Lurta
Ukraina: Okkum tørvar meira bíbliur
24.08.2023

Vit hava júst fingið hesa videoheilsanina frá Anatoliy Raychynets frá Ukrainska Bíbliufelagnum.

 

Ein heilsan, sum bæði inniheldur takksemi, men eisini ein tørv á meira bíblium.

 

Fimm bíbliur kosta 250 kr.

 

Takk fyri, at tú við tínum íkasti vilt vera við í hesum neyðuga stuðli til ukrainska fólkið.

 

Okkara brøður og systrar í Ukraina hava tørv á fleiri Bíblium, sum tey kunnu geva fólkunum, sum leita eftir troyst og vón í eini truplari tíð. Tey hava tørv á bíbilskari kreppuhjálp, soleiðis at bíbilski boðskapurin kann styrkja tey. Tey hava eisini brúk fyri okkara forbøn.

 

Kontan til endamálið er: 9181-492.922.7. Minst til at viðmerkja: Ukraina.

 

Føroyska Bíbliufelagið takkar hjartaliga fyri stuðul til Ukraina.

 

Sí video her við donskum teksti...