Lurta
Bíblian byggir nýggjar brýr í Albania
23.09.2023

Seinastu áratíggju hevur albanska fólkið verið dúgliga virkið at stovnseta teirra gomlu mentan, aftaná fimmti ára kommunistisku kúgan, jagstran og eini hart kroystari kirkju. Ein nýggj umseting av Nýggja Testamenti er á veg og fer at byggja brúgv millum albanar.

 

Rene Ottesen, samskiftisovasti, skrivar.


Tosaði herfyri við Altin Hysi frá Albania. Hann er ovasti leiðarin í albanska bíbliufelagnum. Altin var glaður í huga og sigur, at Nýggja Testamenti er komið við eini royndarumseting á “ghegiskum”, ið er eitt av albansku tungumálunum, sum meira enn helvtin av fólkunum tosar og sum tosað verður við gudstænasturnar. Toskisk er eitt annað tungumál, ið tosað verður av teimum, ið búgva í syðra parti av landinum.

 

 

 

 

Tá Bíblian ikki var loyvd

 

Altin sigur, at ghegiskt og toskiskt hava í øldir, saman, borið albanska mentanararvin og verið teirra samleiki. Tey fingu sínar avbjóðingar, tá ið kommunistar tóku valdið í Albania aftaná seinna heimsbardaga og roynt varð miðvíst at fáa eftirlit á kirkjunum og samstundis lítilsgera ghegisku mentanina og tungumálið:

“Tey kristnu í norðurøkinum settu seg upp ímóti kommunismunar tvingsli, kúgan og landsins trúarfrælsi. Tí vórðu mangir katólskir prestar settir í varðhald og máttu líða píning, ja, slidnir til deyða vegna teirra trúgv. Serstakliga vóru tað eisini teir prestar, sum í loyndum arbeiddu við at týða Bíbliuna til ghegiskt,” sigur Altin.

 

Bíblian hjálpir í myrkum løtum

 

Alt síðan kommunismunar fall, eru tað mong svørt minni goymd í huga fólksins. Albanar hava arbeitt dúgliga at finna sínar mentanarligu røtur aftur. Her hevur kirkjan, og nú, nýggja ghegiska bíbliuumsetingin, verið ein góð hjálp á vegnum, sigur Altin: “Albanar hava fingið eina umseting á teirra máli, ið nemur teirra hjartarøtur, har teir finna trúnna á Gud og veitir teimum eina framtíðarvón. Tað er, eins og nýggja umsetingin byggir brúgv millum okkum og tey kristnu, ið verða atsøkt vegna teirra trúgv og rættin at lesa bíbliuna á ghegiskum.”

 

Albanar taka bíbliuna at sær

 

Aftursvarið á royndarumsetingini, er farið at vísa seg í verki, og áhugin er alstórur, sigur Altin. “Bíbliutekstirnir verða dúgliga lisnir av fólki í øllum aldursbólkum. Eisini muslimar sýna nýggju bíbliuumsetingini stóran áhuga,” sigur ein vælnøgdur Altin. “Tað tykist, sum nýggja umsetingin kann gerast savnandi fyri okkum, albanum.” Albanska bíbliufelagið arbeiðir í løtuni saman við kirkjunum at stovnseta lesihópar til tess at ganga einum hópi av fólki á møti, ið áhuga hava fyri Nýggja Testamenti.

 

Standa saman við teimum og tey við okkum

 

Albanar hava í meiri enn 50 ár verið eitt av teimum mest afturlatnu og avbyrgdu tjóðunum í Evropa, og fylgjurnar av tí, hava verið, at tað er eitt tað mest fátæksliga landið í Evropa í dag. Hóast tað, so síggjast jaligar rembingar á veg; men tann vanligi albanin má tó liva frá hondini í munnin; tí hava tey ikki ráð at keypa sær eina Bíbliu.

 

Danska bíbliufelagið hevur í áravís stuðlað albansku bíbliuumsetingini, tí vit vita, hvørja góða ávirkan Bíblian megnar at gera í einum mannalívi. Tað, Altin kann tosa við um. Hann minnist so klárt, tá hann á fyrsta sinni, meðan hann í 1991 var í flóttarlegu í Eysturríki, har hann las Nýggja Testamenti. Tá eg las evangeliini, fylgdu Jesu orð mær á ein serstakan hátt og legði trúnna og vónina í hjartað mítt. Orðið gav mær íblástur og hjálp gjøgnum mínar nógvu trupulleikar sum flótti í einum fremmandum landi.


Hesa ætlan við lívinum, sum eg fekk úr Guds dagliga orði, finni eg onga aðrastaðni enn í skrivaða orðinum, Bíbliuni. Tað er orðið, eg vil rætta albanum við nýggju umsetingini.” Sigur Altin Hysi at enda.

 

H.D. Joensen, umsetti
BIBELEN OG VERDEN

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen