Lurta
Kirkjubøn á fagnaðargudstænastu 12.11.23 í Vesturkirkjuni. Føroyskt kirkjumál í 200 ár
15.11.2023

Góði Gud og Faðir!

 

Takk fyri kærleika tín og umsorgan!

¤ Takk fyri, at tú sendi okkum Jesus, at hann tók á seg syndir okkara, og at vit í trúnniá hann, eru tíni børn. Takk fyri fyrigeving tína hvønn dag, og hjálp okkum eisini at fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda. Takk fyri frukt og grønmeti og alt, sum veksur, takk fyri skurðin í heyst og fyri fiskin av grunnum okkara. Hjálp okkum at fara væl um skapanarverkið og at umsita ognir okkara rætt og gleðiliga geva, sum næsta okkara treingir.

 

Takk fyri land okkara og fólk. Takk fyri, at tú hevur hildið tína góðu og sterku hond yvir okkum, vart okkum, ment okkum og búgvið okkum út. Hjálp okkum at sýna ábyrgd sum tjóð í heimssamfelagnum.


¤ Vit biðja fyri løgtingi og landsstýri. Vit biðja fyri støðuni, land okkara er í. Vit biðja fyri semju á arbeiðsmarknaðinum og góð kor fyri fólk okkara. Vit biðja teg geva myndugleikum okkara vit, vilja og vísdóm at taka rættar avgerðir vinnuliga, búskaparliga, hernaðarliga, heilsuliga og mentanarliga. Ver við teimum sjúku, einsomu og gloymdu. Grøð tey sjúku og troysta tey, sum mist hava. Hoyr tey, ið biðja til tín. Ver hjá teimum, sum í myrkri og vónloysi sita og hjá teimum, sum eingin biður fyri.


¤ Vit biðja fyri teimum, sum líða av náttúruvanlukkum. Vit biðja á ein serligan hátt fyri teimum, sum líða í Ísrael og í Gaza. Og lat okkum ikki gloyma Ukraina. Vit biðja um frið og at neyðhjálp má veitast teimum, sum treingja, bæði til likams og sálar.


Serliga biðja vit fyri børnum og teimum ungu og foreldrum teirra. Vit biðja um, at friður má verða millum ísraelar og tess grannar. Vit biðja teg steðga allari antisemitismu og allari mannajagstran! Gev menniskjum frælsi at trúgva, meina og skipa seg eftir sannføring og við ábyrgd fyri myndugleikum og tær. Takk fyri títt orð!


¤ Takk fyri, at tú sendi profetar at boða okkum, at Messias, Salvaði tín, skuldi koma. Takk, at tú sendi ápostlarnar at staðfesta, at Jesus kom, at hann doyði og reist upp, at hann livir og kemur aftur. Takk fyri, at orð teirra varð skrivað niður, varð týtt til onnur mál og at nógv tey flestu nú kunnu lesa á einum mál, tey skilja, um Son tín, kærleika tín og frelsu tína.

 

Takk, at bíbliufeløgini vóru stovnað, so at ferð koma á týðingararbeiðið. Og takk, at J. H. Schrøter fyri 200 árum síðan kundi geva fólki okkara smakkin av tínum heilaga orði á okkara tungu. Takk, at tú gavst honum hugskot og áræði at týða, hóast mál okkara ikki fanst sum skriftmál, og skúlaskapurin her á landi var lítil.


¤ Takk fyri V. U. Hammershaimb, háskúlamenninar og øll tey, sum stríddust føroyskum máli at frama. Takk fyri jólafundin í 1888, og tað, sum hent er við málinum á prenti og bókaútgávum síðani. Takk fyri Fríðrik Petersen og Faðirvár á føroyiskum frá 1892. Takk fyri Jógvan Poulsen og “Bíbliusøga” frá 1900. Takk fyri A. C. Evensen og ”Jóhannesar-Evangelium” frá 1908. Takk fyri Jákup Dahl og Victor Danielsen og Nýggja Testamenti í tveimum útgávum á føroyskum frá 1937.

Takk fyri, at øll Bíblian við týðing Victors kom út í 1949. Og takk fyri týðing Kristian Osvald Viderøs av meginpartinum av Gamla Testamenti, so vit eisini fingu alla Bíbliuna við týðing hansara og Dahls frá 1961. Takk fyri Hera Tróndheim og Nýggja Sáttmálan frá 2017, og hjálp Hinum Føroyska Bíbliugrunninum og Føroyska Bíbliufelagnum í arbeiði okkara. Gev okkum í Bíbliufelagnum vísdóm, dugnaskap og stuðul at geva út týðing hjá Hans Jacob Joensen og Dávidi Johannesen. Takk fyri øll tey, sum ikki eru nevnd, og sum eisini hava virkað í bíbliutýðing her á landi.


¤ Góði Gud! Lat øll fólkasløg fáa orð títt á sínum máli, signa Sameindu Bíbliufeløgini, Wycliff, New Tribes og øll, sum týða títt orð til fleiri mál, so øll fólkasløg kunnu hoyra á móðurmáli sínum um náði og frelsu tína í Jesusi Kristi, Harra okkara og Frelsara.

Vit biðja um, at vit og øll fólk mugu hoyra títt orð og gera eftir tí. Lat ljósið frá orði tínum skína, og lat lívið í orð tínum birta trúgv á teg, Faðir, Sonur og Heilagur Andi, og tænastu og offur fyri næsta okkara.

Ver við kirkjum og samkomum tínum her á landi og øllum kristiligum arbeiði millum børn og ung. Hjálp okkum, sum tilbiðja teg, at virða og elska øll menniskju, og ikki goyma at virða og elska hvør annan fyrst og fremst. Fyrigev okkum syndir okkara í tí stríði, sum hevur verið millum systkin tíni, brøður og systrar, og hjálp okkum at vera vitni um, at vit hava møtt kæra Soni tínum og av gleði um offur hansara á Golgata vilja bera tær byrðar, tú leggur á okkum. Takk, at tað, tú leggur á okkum, er lætt at bera, tá ið tú ber okkum.

Vit leggja land og fólk okkara í tínar hendur og biðja um signing yvir okkum øll. Takk, at tá ið boðskapurin er boðaður øllum, kemur tú aftur, kæri Frelsari okkara. Kom Harri Jesus. Kom!
Amen.