Lurta
Bíbliulesiætlan fyri 2023-2024 er komin út
22.11.2023

Nú er nýggja bíbliulesiætlanin fyri 2023/2024 komin út. Bíbliulesiætlanin byrjar fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er sunnudagin 3. desembur.

 

Gott amboð at skipa tín bíbliulestur.

 

Í tí skundmikla gerandisdegnum kann tað vera trupult at fáa lisið so nógv í Bíbliuni, sum ein gjarna vildi. Um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestur, er Bíbliulesiætlanin nakað fyri teg.

 

Hvat er Bíbliulesiætlanin?

 

Bíbliulesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið við Lesiætlanini er at opna og breiða tekstir úr Bíbliuni út.

 

Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?

 

Bíblian kann lesast á ymsan hátt. Summi lesa einsamøll, onnur saman við øðrum. Summi lesa Bíbliuna frá byrjan til enda, onnur lesa i samband við sína kirkjugongd/møti. Og so eru tað tey, ið lesa meira um Bíbliuna enn í henni. Í øllum førum kann bíbliulestur seta tankar í gongd og upp á pláss. Og tað kann vera ein kelda til íblástur bæði í tungum og góðum døgum.

 

Bíbliulesiætlanin verður latin kirkjum, samkomum, missións- og meinigheitshúsum í hesi vikuni (viku 47). Hesi gjalda 10 kr. fyri eintakið.

 

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: biblia@biblia.fo

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini lesast og takast niður her. 

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen