Lurta
Nú havi eg ávarað tykkum!
25.11.2023

Til ta tíðina fer at ganga soleiðis, sum Dánjal profetur hevur talað um: „Andstygd oyðingarinnar fer at standa á tí heilaga staði – tit, ið lesa hetta, gevið tí gætur.

 

Tá ið hetta hendir, tá farið tit, sum eru í Judea, til fjals. Tit, ið eru uppi á tekjuni, farið ikki niður eftir nøkrum at hava við.

 

Tit, sum eru úti í bønum, farið ikki heim aftur eftir klæðunum. Neyðar konur, sum tá eru við barn ella eiga bróstabørn.

 

Biðið um, at tit ikki mugu flýggja um veturin ella ein hvíludag. Støðan verður so ring, at hon ongantíð hevur verið verri, síðan Gud skapaði heimin og til henda dag, og hon verður ongantíð verri. Og um Gud ikki hevði stytt hesa tíð, hevði eingin verið frelstur. Men vegna tey útvaldu hevur hann stytt hana.

 

SUM SNARLJÓSIÐ SKYGGIR

 

Um onkur tá sigur við tykkum: „Síggið, her er Jesus, hann er afturkomin,“ ella: „Har er hann,“ so trúgvið tí ikki.


Svikaprofetar og fólk, ið siga seg vera Kristus, skulu koma fram og gera tekin og undurverk, so sjálvt tey útvaldu skulu verða villleidd, um tað var gjørligt.

 

Nú havi eg ávarað tykkum! Um tey siga við tykkum: „Síggið, hann er í oyðimørkini,“ tá farið ikki út hagar, ella „hann er inni í húsinum,“ so trúgvið tí ikki.

 

Tá ið eg, Menniskjusonurin, komi, fer tað at vera, sum tá ið snarljósið skyggir í eystri og lýsir í vestri. Tað verður so sjónligt, at øll síggja tað.

 

Matt. 24,15-28
25. s. e. trinitatis
Nýggi Sáttmálin

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen