Lurta
Hygg við vónareygum
01.12.2023

“Vón er ikki ein virkisætlan.” Soleiðis tók Mette Frederiksen til í byrjanini avcoronakreppuni. Orðini hevði hon tikið frá øðrum politikarum, sum aftur høvdu tey frá filmsheiminum, har tey hava verið brúkt í áratíggju.

 

Tíbetur mistaka bæði politikarar og listafólk seg viðhvørt. Vónin er ein virkisætlan. Ja, vónin er sum navnið á eini bók hjá danska Bíbliufelagnum ljóðar: „Håb er en overset superkraft“. Tað er tónleikarin, tónasmiðurin og sjónvarpsverturin Katrine Muff, sum sigur so í bókini: „Eg haldi, at vónin er ein undirmett megnarkraft, sum vit als ikki kunnu liva uttan, og sum vit skulu minnast til at deila við hvønn annan.

 

Fyri mær er vónin sum ein stillur, innari friður, sum næstan ikki merkist. Sum ein kensla, sum einki ger burtur úr sær, men kortini hevur størstu styrkina. Henni tørvar ikki buldur og brak, men hon hevur eina velduga styrki.

 

Hugsanin um, at tað er okkurt størri enn eg, sum hevur stýr á øllum, so mær ikki nýtist at hava tað alla tíðina. Ein vón um, at vit ikki eru einsamøll. Tað er altíð ein hond um okkum, eisini tá vit ikki merkja tað“.

 

Hendan „hondin um okkum“ kenna vit eitt orð fyri: Gud! Honum møta vit í Bíbliuni á ein heilt serligan hátt, í soninum Jesusi Kristi, sum gjørdist „hansara tulkur“, sum evangelisturin Jóhannes greiðir frá.

 

Júst Jóhannes er miðdepil í lesiætlanini í ár, sum er byrjanin til at lesa alt Nýggja testamentið ígjøgnum frá 2024-26. Í ár skifta tekstirnir ímillum alt ið verður ognað Jóhannesi apostli, og nakrar tekstir og sálmar úr Gamla testamenti, sum á ymsan hátt peika fram móti Nýggja testamenti.

 

Vit vóna, at lesiætlanin fer at kveikja vón. Í einum heimi fullum av líðing, kríggi og deyða, kærleika, umsorgan og friði, knýtir vónin seg í síðsta enda bara til Jesus. Og tí enda Mette Frederiksen og hini við at hava rætt: Vónin er ikki ein virkisætlan. Vónin er ein persónur, Jesus Kristus.

 

Góðan lesihug.

 

Johannes Baun
Aðalskrivari fyri danska Bíbliufelagið

 

Bíbliulesiætlanin 2023-24

 

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen