"Ísrael" og "Nýggi Sáttmálin"
Viðmerking frá Føroyska Bíbliufelagnum viðv. “Nýggja Sáttmálanum”:
Í seinastuni hevur verið kjak á Facebook og aðra staðni um nýggju donsku Bíbliuna ”Bibelen 2020” og nýtsluna av heitinum “Ísrael”.
Av tí at “Nýggi Sáttmálin”, sum er gerandisútgáva av Nýggja Testamenti, er týddur úr “Den Nye Aftale” í hesi Bíbliuni (við íblástri frá fleiri øðrum týðingum), er Føroyska Bíbliufelagið eisini vorðið nevnt í hesum kjaki.
Tá vit arbeiddu við “Nýggja Sáttmálanum”, varð miðað eftir at skriva “Ísrael”, har tað í donsku útgávuni vanliga stendur “jødar”. Men navnið “Ísrael” er tíverri ikki komið við allar staðir sum t.d. í føroysku bíbliutýðingunum eftir J. Dahl og V. Danielsen. Hetta harmast vit um.
Ein arbeiðsbólkur hevur seinasta árið endurskoðað “Nýggja Sáttmálan”, áðrenn hann verður givin út av nýggjum. Allir viðkomandi tekstir eru viðgjørdir viðv. nevnda máli, og “Ísrael” er longu skrivað, har tað stendur í upprunamálinum.
Føroyska Bíbliufelagið biður treytaleyst um umbering, um vit hava sært nakran, sum heldur, at jødarnir, Guds útvalda fólk, ella staturin Ísrael ikki verða vird. Vit elska og virða tað jødiska fólkið og ynskja landinum Ísrael tað besta.
Vit vóna, at “Nýggi Sáttmálin” framhaldandi verður tað, hann er ætlaður at verða: ein týðing av “Nýggja Testamenti” á gerandismáli, sum øll ung og bíbliufremmand skilja, og sum týðiliga boðar gleðiboðskapin um Jesus, Guds Son, sum er borðin í heim av Mariu moy, sum var av jødiskari ætt av Ísraels fólki.
Tórshavn, 5. mai 2020.
Vegna Føroyska Bíbliufelagið,
Gunnar Nattestad, aðalskrivari
Dánial á Dul Jacobsen, næstformaður
Bergur D. Joensen, formaður
____________________________________________________________________________________