Bíbliulesitrappan
Bíbliulesitrappan, ella: bið, les, hugsa, les, bið, er ein góður framferðar lesiháttur. Løtt at minnast og at umhugsa tekstin samsvarandi tí, eg las.
Hesin lesiháttur hóskar væl saman við bíbliulesiætlanini frá Bíbliufelagnum.
- Bið Gud tala við teg, meðan lisið verður!
- Les dagsins bíbliutekst gjølla!
- Hugsa um innihaldið! Set spurningar! Hvat lærir hetta meg? Hvat er høvuðsinnihaldið?
Hvussu kann eg nýta hetta í gerandisdegnum?
- Les eina góða og hóskandi bíbliufrágreiðing.
- Bið Gud hjálpa tær at minnast og at liva samsvarandi tí, lisið varð! Takka at enda Gudi fyri
dagsins bíbliulestur!