Sí ljóðføri.
Lurta
14 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
basún
Sí ljóðføri.
bat
Sí mál.
Báal
Báal í vestursemitiskum málum sama sum "harri", ið varð brúkt sum heiti á kánaneiska fruktbarisgudinum og skilt sum navnið á honum. Báal varð dýrkaður í tarvkálvsmynd. Báals-navnið er ofta partur í staðanøvnum, t.d. 4 Mós 25,3 og 32,38, og tí verður tað av og á brúkt í fleirtali, Báalar, t.d. Dóm 2,11. Í merkingini "harri" varð tað brúkt um Ísraels Guð í mansnavni, t.d. Ísbáal 2 Sám 2,8. Men kánaneiska báaldýrkanin ávirkaði eisini ísraelsku gudsdýrkanina, t.d. Dóm 6,25.
bdellium
Vælangandi evni líkt viðarkváðu (harpeisi).
Beelsebul
Á hebráiskum "húsdrottur"; navnið á einum illum anda, men kanska tað sama sum Báal-Zebul = "flugudrottur", 2 Kong 1,2. Í Nýggja Testamenti sagt um djevulin sjálvan.
beka
Sí pengar og vekt.
Beliar
Beliar fyrr Belial, úr hebráiskum = "ring mura, óndskapur", sagt um Sátan.
Betesda
Á árameiskum = "miskunnar hús"; í Jóh 5,2 navnið á einum hyli. Uttan um hylin stóðu súlnagongir.
bjølla
Sí ljóðføri.
bjøllur
Sí ljóðføri.
Blálond
Afrika
borgarlið
Ikki bara borgardyrnar, men eisini borgarliðið alt. Hevði fíggindi hertikið borgarliðið, 1 Mós 22,17, var allur staðurin fallin. Í borgarliðið komu allir teir elstu í staðinum og gingu saman í ráð og tóku rættaravgerðir, Rut 4; 5 Mós 21,18-21.
brennioffur
Sí offur.
bul
Sí tíðarrokning. |