súrt ella beiskt bland, gott fyri tosta og pínu og at doyva við. Hermenn hava ofta brúkt edik fyri vín, Luk 23,36 og Jóh 19, 28-30.
Lurta
8 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
edikur
súrt ella beiskt bland, gott fyri tosta og pínu og at doyva við. Hermenn hava ofta brúkt edik fyri vín, Luk 23,36 og Jóh 19, 28-30.
efa
sí mál.
Efraim
ein sonur Jósefs. Ein ættargrein Ísraelsmanna ber hetta navnið. Tá ið landið var sundurbýtt, fekk norðasti landsluturin heitið Efraim, t.d. Jes 9,8.
eingil
av grikskum angelos = "boðberi", í Bíbliuni tænandi verur Guðs og sendiboð Guðs. Teir eru skipaðir eftir tign, høvuðseinglar eru, t.d. Mikael, Dán 10,13 og Opb 12,7, og Gabriel, t.d. Dán 8,16 og Luk 1,19.
elstu
upprunaliga menn í samfelagnum væl við aldur, ið høvdu lívsroyndirnar at sita við borgarliðið og ráðgeva. Seinni um ein meira skipaðan stovn, valdu oddamenninar í samfelagnum, serliga í útbúgvingini. Í stýrinum í samkomuhúsinum hjá Jødum og í kristna kirkjuliðinum vóru elstar. Sí eisini tilsjónarmaður.
elul
sí tíðarrokning.
epikurskur
soleiðis var ein høvuðsstevnura í griksku heimspekini nevnd. Epikur stovnaði hana u.l. 300 f. Kr.; Epikurar bygdu á sínámillum felagsskap, vóru ikki uppi í politikki, og ofta varð funnist at teimum, tí at teir vóru so njótingargrammir.
eyður
ríkidømi, fæ, góðs |