rómverskur landspartur í Lítla Ásia. Høvuðsstaður Ankýra (nú Ankara). Navnið kann eisini merkja landsøkið Galatia norðarlaga í landspartinum, og óivað er tað hagar, Paulus hevur sent Galatabrævið.
Lurta
9 úrslit funnin
Orðafrágreiðingar
Galatia
rómverskur landspartur í Lítla Ásia. Høvuðsstaður Ankýra (nú Ankara). Navnið kann eisini merkja landsøkið Galatia norðarlaga í landspartinum, og óivað er tað hagar, Paulus hevur sent Galatabrævið.
Genesaret
fruktagóður og fjølbygdur slætti í útsynning úr Kapernaum. Genesaretvatn eitur eisini eftir hesum slættanum. Í Jóhannesar evangeliinum eitur vatnið Tiberiasvatn. Sí eisini Kinnerot.
gera
sí mál og vekt.
glymskál
sí ljóðføri.
Gog
Gog og Mágog í Ez 38-39 er Gog høvdingi í Mágog- landi. Vit vita einki um hesi nøvnini. Í Opb 20,8-9 eru Gog og Mágog heimsveldi, sum í seinastu tíðum leggja á Guðs fólk.
gomed
sí mál.
grónoffur
sí offur.
gudrøkin
Í Nýggja Testamenti tann, sum ikki er Jødi, og sum heldur sabbat (sí hátíð) og er til gudstænastu í samkomuhúsinum, men ikki hevur játtað at halda Móselóg, t.d. at lata seg umskera. Sí eisini proselýtur (trúskiftingur).
gæva
eydna, lukka |