|
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 4
Paulus og starvsbrøður hans eru tænarar Krists og verða ikki dømdir av monnum, men av Harranum
v1
Soleiðis haldi menn okkum fyri tænarar Krists og húshaldarar yvir loyndardómum Guðs.
v2
Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur.
v3
Men mær liggur tað ógvuliga lítið á at verða dømdur av tykkum ella av menniskjuligum dómstóli; ja, eg dømi meg ikki sjálvur heldur.
v4
Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin.
v5
Dømið tí ikki nakað fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, hann sum eisini skal leiða tað fram í ljósið, sum er fjalt í myrkrinum, og opinbera ráð hjartnanna; og tá skal ein og hvør fáa rós sítt av Guði.
Paulus verjir seg móti Korintmonnum, sum vanmeta hann
v6
Men hetta, brøður, havi eg nýtt um meg sjálvan og Ápollos fyri tykkara skuld, fyri at tit, við at hava okkum sum dømi, mega læra hetta: ikki at fara longur enn skrivað stendur, til tess at eingin tykkara skal blása seg upp fyri einum móti øðrum.
v7
Tí at hvør gevur tær fyrimun? Og hvat hevur tú, sum tú ikki hevur fingið? Men hevur tú nú fingið, hví rósar tú tær tá, sum tú ikki hevði fingið?
v8
Tit eru longu vorðnir mettir; tit eru longu vorðnir ríkir; uttan okkum eru tit vorðnir kongar; ja, gævi satt, at tit vóru vorðnir kongar, so at vit eisini kundu vera kongar saman við tykkum!
v9
Tí at mær tykir, at Guð hevur sett okkum ápostlarnar aftastar, eins og deyðadømdar; tí at vit eru vorðnir heiminum ein skurssjón, bæði einglum og monnum.
v10
Vit eru fávitskutir fyri Krists skuld, men tit eru vitrir í Kristi; vit veikir, men tit sterkir; tit í miklum metum, men vit vanvirdir.
v11
Líka at hesi stund eru vit bæði svangir og tystir og naknir, og vit verða bardir og hava ongan tilhaldsstað;
v12
og vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum; vit verða útspiltir, og vit vælsigna; vit verða forfylgdir, og vit taka tað við toli;
v13
vit verða spottaðir, og vit áminna; vit eru vorðnir sum heimsins gólvsóp, útskot hjá øllum líka til nú.
Paulus leggur teimum eina við at líkjast sær. Hann ávarar teir dramblátu
v14
Ikki skrivi eg hetta tykkum til skammar; men eg áminni tykkum eins og elskaðu børn míni.
v15
Tí at um tit so hava tíggju túsund lærumeistarar í Kristi, hava tit tó ikki mangar fedrar; tí at eg havi í Kristi Jesusi gitið tykkum við gleðiboðskapinum.
v16
Eg áminni tykkum tí: verðið eftirfylgjarar mínir!
v17
Tess vegna sendi eg til tykkara Timoteus, sum er mítt elskaða og trúfasta barn í Harranum, og hann skal minna tykkum á vegir mínar í Kristi, soleiðis sum eg læri allar staðir í hvørjum kirkjuliði.
v18
Men summir hava blást seg upp, í vón um at eg ikki mundi koma til tykkara.
v19
Men eg komi brátt til tykkara, um Harrin vil, og skal tá fáa at kenna ikki orð teirra, sum eru uppblásnir, men kraft teirra.
v20
Tí at Guðs ríki er ikki í orðum, men í kraft.
v21
Hvat vilja tit? Skal eg koma til tykkara við koyrli ella við kærleika og spaklyndis anda?
|