Aftur til forsíðuna
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 3
Forskriftir fyri umsjónarmenn
v1 Tað er eitt satt orð: Um einhvør tráar eftir umsjónarembæti, tá er tað ein vakur gerningur, sum hann hevur hug til. v2 Ein umsjónarmaður eigur tí at vera óatfinnandi, einar konu maður, fráhaldandi, hóvsamur, høviskur, gestablíður, dúgligur at læra onnur, v3 ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur; v4 maður, sum stendur væl fyri sínum egna húsi, sum heldur børnum sínum í lýdni við øllum sóma – v5 um einhvør ikki hevur skil á at standa fyri sínum egna húsi, hvussu skal hann tá kunna hava umsorgan fyri kirkjuliði Guðs? – v6 ikki nýggjur í trúnni, fyri at hann ikki skal verða hástórur og falla inn undir dóm djevulsins. v7 Men hann eigur eisini at hava gott ummæli hjá teimum, sum eru uttanfyri, til tess at hann ikki skal verða fyri háð og falla í snerru djevulsins.
Forskriftir fyri kirkjuliðstænarar
v8 Somuleiðis eiga kirkjuliðstænarar at verða siðaðir, ikki tvítungutir, ikki tráir eftir nógvum víni, ikki hugaðir eftir ljótum vinningi, v9 og skulu teir hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku. v10 Men eisini hesir skulu fyrst verða royndir, síðan skulu teir veita tænastu í kirkjuliðinum, um teir eru ólastandi. v11 Somuleiðis eiga konur at vera siðaðar, ikki baktalandi, fráhaldandi, trúgvar í øllum lutum. v12 Kirkjuliðstænarar skulu vera einar konu menn og standa væl fyri børnum sínum og sínum egnu húsum. v13 Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus.
Trúgv kirkjuliðsins
v14 Hetta skrivi eg til tín, tó at eg vóni brátt at koma til tín, v15 fyri at tú skalt vita, um eg skuldi verið tarnaður, hvussu tað eigur at vera farið fram í Guðs húsi, sum er kirkjulið hins livandi Guðs, stólpi og grundvøllur sannleikans. v16 Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd.