Aftur til forsíðuna
Hitt seinna almenna bræv Pæturs, kapittul 2
Móti falslærarum
v1 Men eisini svikaprofetar komu upp millum fólkið, eins og falslærarar eisini munnu koma tykkara millum, sum skulu smoyggja inn ringum ranglærum, við tað at teir enntá avnokta Harran, sum keypti teir, og føra bráðan undirgang yvir seg sjálvar. v2 Og mong skulu fylgja teimum í ósiðum teirra, so at sannleikans vegur fyri teirra skuld skal verða spottaður. v3 Og av havisjúku skulu teir við svikaligum orðum fáa sær vinning av tykkum; men dómurin yvir teir frá gamlari tíð dvølur ikki, og undirgangur teirra blundar ikki.
Sum eru gudleysir og siðleysir; teir skulu fáa revsing
v4 Tí at so satt sum Guð ikki eirdi einglunum, tá ið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og setti teir í myrkurs helli at vera í varðhaldi til dóms, v5 og so satt hann ikki eirdi hinum forna heiminum, men varðveitti Nóa, rættferðarboðaran, sjálvan áttanda, tá ið hann læt flóðina koma yvir ein heim av gudleysum, v6 og brendi staðirnar Sódomu og Gómorru til øsku og dømdi teir til oyðingar og setti teir til fyridømi fyri teimum, sum í framtíðini vildu liva í gudloysi, v7 og bjargaði hinum rættvísa Lot, sum leiddist við tann ólíkliga levnaðin, sum hesi gudleysu livdu – v8 tí at hesin rættvísi maður, sum búði millum teirra, píndist dag frá degi í síni rættvísu sál av teimum lógleysu verkum, sum hann sá og hoyrdi – v9 so veit Harrin at bjarga teimum, ið óttast Guð, út úr freisting, men at halda hinum órættvísu, sum eru komin undir revsing, í varðhaldi til dómadags, v10 og mest teimum, sum ganga eftir holdinum í óreinum ágirndum og hirða ikki harradømi. Frekir og sjálvgóðir sum teir eru, firnast teir ikki fyri at spotta dýrdarmáttir, v11 meðan tó einglar, sum eru størri bæði í mátti og megi, ikki bera fram fyri Harran nakran spottandi dóm móti teimum. v12 Men hesir, – eins og vitleys djór, sum samsvarandi síni náttúru eru fødd til at verða veidd og dripin – teir skulu, av tí at teir spotta tað, sum teir ikki kenna, eisini týnast, eins og hini verða týnd, v13 og fáa soleiðis órættferðar løn. Hugur teirra er at liva í vællevnaði um dagin, hesir skemdarblettir og illmenni; teir válka sær í svikum sínum, tá ið teir sita í veitslum saman við tykkum; v14 eygu teirra eru full av hordómi og mettast ikki av synd; teir lokka ófestar sálir; hjarta teirra er uppvant í ágirnd; bølmenni eru teir. v15 Teir eru farnir burtur av tí rætta veginum og eru vilstir, við tað at teir hava fylgt veginum hjá Bileami, Beors syni, sum elskaði órættferðar løn, v16 men fekk revsing fyri sína egnu ógerð: Eitt ómælandi klyvjadjór talaði við mannamáli og aftraði profetinum í ørskapi hansara. v17 Hesir menn eru vatnleysar keldur og toka, sum rekur fyri harðveðri; til teirra er bølamyrkrið goymt. v18 Tí at við tað at teir tala hástór tómleiks orð, lokka teir í holds girndum við ólíkligum levnaði tey, sum fyri kortum eru sloppin frá teimum, sum ganga í villu; v19 teir lova teimum frælsi, men sjálvir eru teir trælir av spilluni; tí at ein og hvør verður tess trælur, sum hann hevur verið við undirlutan fyri. v20 Tí at um teir, sum eru slopnir frá óreinskapinum í heiminum, við tað at teir hava fingið kunnugleika um váran harra og frelsara Jesus Krist, aftur verða fløktir inn í hann og verða við undirlutan, tá er hitt seinna hjá teimum vorðið verri enn hitt fyrra. v21 Tí at tað hevði verið betri fyri teir, at teir ikki høvdu verið kunnugir við rættferðar vegin, enn at teir vóru vorðnir kunnugir við hann og so venda sær burtur aftur frá hinum heilaga boði, sum teimum var givið. v22 Tað hevur gingist teimum eftir hinum sanna orðtakinum: «Hundur vendir aftur til spýggju sína, og, tvigin súgv til at velta sær í skarni.»