|
Onnur Mósebók, kapittul 36
Framhald
v1
Tí skulu teir vinna at verkinum, Bezalel og Óhóliab og allir listakønir menn, ið Harrin hevur fylt við hagleiksanda og vitsku, so at teir í øllum verkum eru førir at gera halgidómin, eins og Harrin hevur boðið.
v2
Tá kallaði Móses til sín Bezalel og Óhóliab og allar listakønar menn, sum Harrin hevði givið vísdóm í hjartað, allar teir menn, sum av fúsum huga vildu fara undir verkið og vinna tað.
v3
Teir fingu av Mósesi allan tann offuravskurð, sum Ísraelsmenn vóru komnir við, til at vinna at tí verki at reisa halgidómin. Men við tað at teir framvegis á hvørjum morgni komu av sær sjálvum við gávum til hansara,
v4
tá komu allir hagleiksmenninir, ið fingust við at byggja halgidómin, hvør úr sínum starvi, sum teir fingust við,
v5
og søgdu við Móses: «Fólkið kemur við nógv meiri, enn tørvur er á til at vinna tað verk, ið Harrin hevur boðið at gera!»
v6
Tá beyð Móses at lata hesi boð fara um allar herbúðirnar: «Eingin, hvørki kallur ella kona, skal koma við meiri offuravskurði til halgidómsins!» Tá lætti fólkið av at koma við meiri.
v7
Tað, sum var givið, var nóg mikið til at fullgera tað verk, ið skuldi verða gjørt; ja, tað leyp av.
Halgidómurin verður gjørdur eftir skipanini (smbr. 26. kap.)
v8
Hinir listakønu, ið vunnu at verkinum, gjørdu nú tjaldtemplið úr tíggju tjalddúkum av tvinnaðum egyptiskum líni, av bláum purpuri og reyðum purpuri og skarlaki, á hesum tjalddúkum gjørdi hann listavovnar myndir av kerúbum.
v9
Hvør tjalddúkurin var tjúgu og átta alnir langur og fýra alnir breiður, allir javnstórir.
v10
Hann tengdi tjalddúkarnar saman fimm og fimm;
v11
og hann setti lykkjur av bláum purpuri eftir rondini á ytsta tjalddúkinum í øðrum samantengda dúkinum og somuleiðis lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki í hinum samantengda dúkinum.
v12
Fimmti lykkjur setti hann í annan dúkin og somuleiðis fimmti lykkjur í hin samsvarandi ytsta tjalddúk á hinum samantengda dúkinum, soleiðis at lykkjurnar sótu hvør áraka aðra.
v13
Síðan gjørdi hann fimmti krókar av gulli og tengdi við teimum tjalddúkarnar saman hvønn við annan, so at tjaldtemplið varð ein heild.
v14
Framvegis gjørdi hann tjalddúkar av geitarhári til at tjalda yvir tjaldtemplið við; av teimum gjørdi hann ellivu.
v15
Hvør tjalddúkurin var tríati alnir langur og fýra alnir breiður; allir ellivu javnstórir.
v16
Fimm tjalddúkar tengdi hann saman fyri seg og seks fyri seg.
v17
Eftir rondini á ytsta tjalddúki á hinum eina samantengda dúki setti hann fimmti lykkjur og somuleiðis fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki á øðrum samantengda dúki.
v18
Og hann gjørdi fimmti koparkrókar til at tengja tjaldið saman við, so at tað varð ein heild.
v19
Framvegis gjørdi hann yvir tjaldið tak av reyðlittum veðraskinnum og aftur oman yvir tí tak av sækúgvaskinnum.
v20
Síðan gjørdi hann á tjaldtemplinum tiljuborð av ákásiuviði, ið stóðu upp og niður;
v21
hvørt borðið tíggju alnir langt og hálvaaðru alin breitt.
v22
Á hvørjum borði gjørdi hann tvær sameindar stellingar. Soleiðis gjørdi hann við øll borð tjaldtempulsins.
v23
Og av borðunum, sum hann gjørdi á tjaldtemplinum, vóru tjúgu á suðursíðuni.
v24
Og undir teimum tjúgu borðunum gjørdi hann fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undirstabbar undir hvørjum borði, ein fyri hvørja stellingina.
v25
Somuleiðis gjørdi hann á norðursíðu tjaldtempulsins tjúgu borð
v26
og til teirra fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undir hvørt borðið.
v27
Og aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan gjørdi hann seks borð
v28
og somuleiðis aftantil á tjaldtemplinum úti við bæði hornini tvey borð,
v29
ið vóru tvíføld í neðra og alt upp at fyrsta ringi í erva. Soleiðis gjørdi hann bæði borðini á báðum hornunum.
v30
Borðini fyri vestan vóru soleiðis átta við undirstabbum sínum av silvuri, sekstan undirstabbum, tveimum undir hvørjum borði.
v31
Síðan festi hann á borðini øðrumegin á tjaldtemplinum fimm tvørtrø av ákásiuviði
v32
og somuleiðis á borðini hinumegin á tjaldtemplinum fimm tvørtrø, og á borðini aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan fimm tvørtrø.
v33
Og hann gjørdi miðtvørtræið, ið gekk tvørturum eftir miðjum borðum frá einum enda at øðrum.
v34
Borðini legði hann við gulli; og ringar teirra, sum tvørtrøini gingu ígjøgnum, gjørdi hann av gulli og legði eisini tvørtrøini við gulli.
v35
Síðan gjørdi hann fortjaldið av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, listvevnaður við myndum av kerúbum.
v36
Hann gjørdi til tess fýra stólpar av ákásiuviði og legði teir við gulli og snatar teirra av gulli og stoypti teimum fýra undirstabbar av silvuri.
v37
Síðan gjørdi hann fortjald fyri dyr tjaldsins av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, marglitt vovið;
v38
somuleiðis stólpar tess fimm og snatar teirra; stólpahøvdini og festi teirra legði hann við gulli, men undirstabbar teirra fimm vóru av kopari.
|