Aftur til forsíðuna
Mika, kapittul 3
Dómsorð yvir hinar fæfiknu stórmenn
v1 Tá segði eg: Hoyrið, tit høvdingar Jákups og dómarar í Ísraels húsi! Eiga ikki tit at hava kunnleika um rættin? v2 Tit, sum hata hitt góða og elska hitt illa, ríva skinnið av monnum og holdið av beinum teirra, v3 tit eta upp holdið á mínum fólki, skræða av teimum skinnið, bróta bein teirra og koyra tað sum bót í pottin, sum kjøt á steikipannu. v4 Tá munnu teir rópa til Harrans, men hann skal ikki svara teimum; tá fjalir hann sítt andlit fyri teimum, tí at vándar eru allar teirra gerðir.
Svikaprofetar og sannir profetar
v5 So sigur Harrin um profetarnar, ið villa fólk mítt og boða frið, tá ið teir fáa inn í munnin, men halga bardagan móti honum, ið einki vil geva teimum at eta: v6 Tí skal nátt koma á tykkum, so at tit ongar sjónir síggja, og myrkur, so at tit ikki kunnu spáa; sólin skal fara afturundir fyri profetunum, og dagurin sortna yvir teimum. v7 Tá verða síggjararnir lotir, profetarnir rodna av skomm; allir hylja teir kampin, tí at einki svar kemur frá Guði. v8 Men eg, eg eri – við Harrans anda – fullur av mátti, rætti og styrki til at boða Jákupi misbrot hans og Ísrael syndir hans.
Dómsorð yvir Jerúsalem
v9 Hoyrið hetta, tit høvdingar Jákups ættar og tit dómarar Ísraels ættar, tit, sum hava andstygd fyri tí rætta og gera bogið alt, sum beint er, v10 sum byggja Zion við blóði og Jerúsalem við valdsgerð. v11 Høvdingar hennara døma fyri mutur, prestarnir kenna fyri løn, og profetarnir spáa fyri silvur; kortini teir líta seg á Harran og siga: «Er ikki Harrin okkara millum? Einki ilt skal okkum raka!» v12 Tí skal Zion av atvoldum tykkara verða pløgd eins og bøur, Jerúsalem verða grótrúgvur, og tempulfjallið verða skógvaksnir heyggjar.