Aftur til forsíðuna
Mika, kapittul 4
Jerúsalem verður heimsins miðdepil
v1 Men á síðstu døgum skal tempulfjall Harrans verða grundvallað á fjallanna knúkum, hátt hevjað yvir hæddirnar, og hagar skulu tjóðirnar streyma, v2 og mangar tjóðir skulu búgva seg til ferðar og siga: «Komið, latum okkum fara niðan á fjall Harrans, í Jákups Guðs hús; hann skal kenna okkum vegir sínar, so at vit mega ganga leiðir hans; tí at frá Zion kemur opinbering, úr Jerúsalem orð Harrans.» v3 Hann skal døma millum mangar tjóðir og skipa rættin hjá máttugum fjarstøddum fólkum; og tey skulu smíða plógjørn úr svørðum sínum og víngarðsknívar úr spjótum sínum; ikki skal ein tjóðin bregða svørði móti aðrari, og ikki skulu tey venja seg til bardaga longur. v4 Tá situr hvør maður undir víntræi og fikutræi sínum, og eingin skelkar teir, so satt sum muður Harra herliðanna hevur talað. v5 Tí at allar tjóðirnar ganga hvør í navni guds síns; men vit vilja ganga í Harrans, Guðs várs navni um aldur og allar ævir.
Heimkoma Ísraels
v6 Á tí degi, sigur Harrin, savni eg tað, sum haltar, og fái aftur saman tað, sum burtur var rikið, og tað, sum eg fór illa við. v7 Úr tí, sum haltar, geri eg leivd og máttuga tjóð úr tí, sum hevur maktast; yvir teimum Harrin skal vera kongur á Zionsfjalli hiðan ífrá og um allar ævir.
Fyrijáttan um sigur
v8 Men tú, hirðatorn, heyggjur Zions dóttur, til tín skal koma og tær skal lutast hitt fyrra valdið, ríkið hjá Jerúsalems dóttur. v9 Hví rópar tú nú so sáran? Hevur tú ikki kongin hjá tær? Ella man ráðgevi tín vera horvin, at kvølir ganga á teg sum á konu í barnferð? v10 Ja, lat rið ganga á teg, Zions dóttur, og vena teg eins og kona í barnferð; tí at út úr borgini mást tú nú fara og búgva á víðavangi; til Bábel skalt tú koma; men haðan skalt tú bjargast; haðan skal Harrin loysa teg úr hondum fígginda tína. v11 Men mangar tjóðir hava nú savnað seg móti tær og siga: «Vanhalgað verði hon, so at vit líta at Zion við fragdi.» v12 Men tey fata ikki hugsanir Harrans og skilja ikki ráðagerðir hans, at hann savnar tey sum bundi á treskivølli. v13 Rís nú upp og tresk, tú Zions dóttir, tí at eg geri tær horn úr jarni og kleyvar úr kopari; mangar tjóðir skalt tú sorla og víga Harranum ránsfong teirra og drotni alrar jarðar ognir teirra. v14 Skeina nú hold títt, tí at hervirki hava teir móti tykkum reist; við sprotanum sláa teir Ísraels dómarar á kjálka.