|
Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 3
Paulus kallaður til at boða Guðs loyndardóm: At heidningar skulu eiga fullan part í frelsuni við Kristi
v1
Tess vegna er tað, at eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkara skuld, tit heidningar –
v2
um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri Guðs náði, sum mær varð givin viðvíkjandi tykkum,
v3
at við opinbering varð loyndardómurin kunngjørdur mær, soleiðis sum eg frammanfyri stutt havi skrivað,
v4
so at tit av tí, tá ið tit lesa tað, kunnu skyna um fatan mína av loyndardómi Krists,
v5
sum í fornum tíðum ikki varð kunngjørdur mannabørnunum, soleiðis sum hann nú er opinberaður hansara heilagu ápostlum og profetum í andanum:
v6
at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum,
v7
sum eg eri vorðin tænari fyri, samsvarandi teirri Guðs náðigávu, sum mær er givin við kraftini í mátti hansara.
v8
Mær, hinum allarminsta av øllum heilagum varð henda náðin givin, at boða heidningunum gleðiboðskapin um hin órannsakanliga ríkdóm Krists,
v9
og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað,
v10
fyri at Guðs margfaldi vísdómur nú av kirkjuliðinum skuldi verða kunngjørdur valdunum og ráðunum á himnagrundum,
v11
samsvarandi hini ævigu fyriætlan, sum hann fullførdi í Kristi Jesusi, harra okkara,
v12
sum vit hava treysti okkara í og atgongd í lít við trúnni á hann.
v13
Tí biði eg, at tit ikki mega falla í fátt av trongdum mínum fyri tykkara skuld; tær eru heiður tykkara. –
Forbøn
v14
Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum,
v15
sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð,
v16
at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara,
v17
at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara,
v18
so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin,
v19
og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs.
Lov til Guðs
|