| 
		
							 
						Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna, kapittul 5					 
												
								Verðið eftirfylgjarar Guðs í kærleika							 
													
															v1
															Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn,						
												
															v2
															og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.						
													 
								Havið ongan lut í gerningum myrkursins							 
													
															v3
															Men ólevnað og alskyns óreinska ella ágirnd eiga ikki so mikið sum at verða nevnd tykkara millum, soleiðis sum tað sømir heilagum;						
												
															v4
															og ikki heldur ófólkaligur atburður ella illavorðið tos ella leyslátað teiti, sum alt er ósømiligt, men heldur takkargerð!						
												
															v5
															Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs.						
												
															v6
															Eingin villi tykkum við tómum orðum, tí at fyri slíkt kemur vreiði Guðs yvir børn ólýdnisins!						
												
															v7
															Verðið tí ikki lagsmenn teirra!						
												
															v8
															Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins –						
												
															v9
															tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika –						
												
															v10
															so at tit royna, hvat ið Harrin hevur tokka í.						
												
															v11
															Og havið ongan lut í gerningum myrkursins, sum einki gott stendst av, men revsið teir heldur!						
												
															v12
															Tí at tað, sum í loyndum verður gjørt av teimum, er tað ein skomm bert at tala um.						
												
															v13
															Men alt tað, sum revsað verður, verður opinberað av ljósinum; tí at alt, sum opinberað verður, er ljós.						
												
															v14
															Tí verður tað sagt: «Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!»						
													 
								Skiljið Harrans vilja							 
													
															v15
															Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir,						
												
															v16
															so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir.						
												
															v17
															Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er!						
												
															v18
															Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum,						
												
															v19
															so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum,						
												
															v20
															og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists,						
												
															v21
															og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists!						
													 
								Um konurnar og um menninar í hjúnalaginum							 
													
															v22
															Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar eins og Harranum.						
												
															v23
															Tí at maðurin er høvur konunnar, líkasum Kristus er høvur kirkjuliðsins, hann sum er frelsari likamsins.						
												
															v24
															Men eins og kirkjuliðið er Kristi undirgivið, soleiðis skulu eisini konurnar vera monnum sínum undirgivnar í øllum lutum.						
												
															v25
															Tit menn, elskið konur tykkara, líkasum eisini Kristus elskaði kirkjuliðið og gav seg sjálvan fyri tað,						
												
															v26
															so at hann kundi halga tað við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum,						
												
															v27
															til tess at hann sjálvur kundi leiða kirkjuliðið fram fyri seg í dýrd, uttan blett ella rukku ella nakað av tílíkum, men so at tað kundi vera heilagt og lýtaleyst.						
												
															v28
															Soleiðis eiga menninir at elska konur sínar eins og síni egnu likam. Tann, sum elskar konu sína, elskar seg sjálvan.						
												
															v29
															Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið;						
												
															v30
															tí at vit eru limir á likami hansara.						
												
															v31
															Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold.						
												
															v32
															Hetta loyndarmálið er stórt; men eg meini við Krist og kirkjuliðið.						
												
															v33
															Men ið hvussu er, skulu eisini tit, og hvør fyri seg, elska sína egnu konu eins og seg sjálvan, og konan skal óttast mann sín.						
										 
						 |