|
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 2
Tá ið Paulus boðaði gleðiboðskapin í Tessalóniku
v1
Tit vita jú sjálvir, brøður, um inngongd okkara hjá tykkum, at hon ikki hevur verið til einkis.
v2
Men tó at vit frammanundan høvdu tolt ilt og verið illa viðfarnir í Filippi, sum tit vita, høvdu vit treyst í Guði okkara at tala gleðiboðskap Guðs til tykkara, um enn stríðið var stórt;
v3
tí at boðan okkara var ikki sprottin av villu ella av óreinsku og kom heldur ikki við sviki.
v4
Men líkasum vit av Guði eru hildnir verdir til at fáa gleðiboðskapin litnan til, soleiðis tala vit, ikki fyri at tekkjast monnum, men Guði, honum, sum rannsakar hjørtu okkara.
v5
Tí at hvørki fóru vit á nøkrum sinni fram við fagurlátum orðum, sum tit vita, ella við kávalæti fyri girnd, – Guð er vitni,
v6
og ikki heldur søktu vit æru av monnum, hvørki av tykkum ella av øðrum, tó at vit sum ápostlar Krists væl kundu kravt sømdir.
v7
Men vit fóru fram við mildi tykkara millum; eins og móðir huglar um børn síni,
v8
soleiðis høvdu vit hug til av inniligum kærleika til tykkara at býta við tykkum ikki bert gleðiboðskap Guðs, men eisini okkara egna lív, av tí at tit vóru vorðnir okkum elskuligir.
v9
Tí at tit minnast, brøður, arbeiði okkara og stríð: Meðan vit arbeiddu nátt og dag, fyri ikki at vera nøkrum av tykkum til tyngslu, prædikaðu vit gleðiboðskap Guðs fyri tykkum.
v10
Tit eru vitni, og Guð, hvussu heilag og rættulig og ólastulig øll okkara atferð var hjá tykkum, sum trúgva,
v11
líkasum tit vita, hvussu vit ámintu og uggaðu hvønn einstakan av tykkum eins og faðir børn síni,
v12
og bønaðu tykkum, at tit skuldu liva sum tað er sámiligt fyri Guði, sum kallaði tykkum til ríki sítt og dýrd sína.
Tessalónikumenn tóku mót gleðiboðskapinum, tó at Jødar forfylgdu teimum
v13
Og tess vegna takka vit eisini Guði uttan íhald, tí at, tá ið tit tóku við Guðs orði, sum tit hoyrdu av okkum, tá tóku tit ikki við tí sum mannaorði, men sum Guðs orði, sum tað av sonnum er, ið eisini er virksamt í tykkum, sum trúgva.
v14
Tí at tit, brøður, eru vorðnir eftirfylgjarar av teimum kirkjuliðum Guðs, sum eru í Júdeu í Kristi Jesusi, við tað at eisini tit hava tolt tað sama av tykkara egnu ættarfrændum, sum tey hava tolt av Jødum,
v15
sum bæði tóku Harran Jesus av lívi og profetarnar, og sum róku okkum út og ikki hugna Guði og standa øllum menniskjum ímót,
v16
við tað at teir vilja meina okkum at tala fyri heidningunum, so at teir mega verða frelstir, fyri at teir altíð mega fylla syndamál sítt. Men vreiðin er komin yvir teir til fulnar.
Longsul Paulusar
v17
Men vit, brøður, sum eina stokkuta tíð hava verið skildir frá tykkum, hvat ið ásjónini viðvíkur, ikki hvat ið hjartanum viðvíkur, hava gjørt okkum tess meira ómak fyri at fáa andlit tykkara at síggja, av stórum longsli;
v18
tí hava vit havt í ætlan at koma til tykkara, eg, Paulus, bæði eina ferð og tvær ferðir, men Sátan hevur forðað okkum.
v19
Tí at hvør er vón okkara ella gleði okkara ella heiðurskransur okkara, um ikki tit við eru tað frammi fyri ásjón várs harra Jesu í komu hansara?
v20
Tit eru jú heiður okkara og gleði.
|