|
Fyrra bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna, kapittul 3
Paulus sendir Timoteus til at styrkja teir í trongdum
v1
Tá ið vit tí ikki longur kundu halda tað út, gjørdu vit av at verða einsamallir eftir í Aten,
v2
og vit sendu Timoteus, bróður okkara og tænara Guðs í gleðiboðskapinum um Krist, til at styrkja tykkum og áminna tykkum um trúgv tykkara,
v3
fyri at eingin skuldi vikast í hesum trongdum. Tit vita tað sjálvir, at til tess eru vit ætlaðir.
v4
Tí at longu tá ið vit vóru hjá tykkum, søgdu vit tykkum tað frammanundan, at vit skuldu koma at líða trongdir, soleiðis sum tað eisini er hent, og sum tit vita.
v5
Tí sendi eg eisini boð, tá ið eg ikki longur kundi halda tað út, fyri at fáa at vita um trúgv tykkara, um freistarin mundi hava freistað tykkum, og arbeiði okkara skuldi verða til einkis.
Paulus takkar Guði fyri góð tíðindi um teir
v6
Men nú, tá ið Timoteus er komin aftur til okkara frá tykkum og hevur borið okkum góð tíðindi um trúgv tykkara og kærleika, og um at tit altíð hava okkum í góðum minni, og at tykkum leingist eftir at síggja okkum, eins og okkum leingist eftir tykkum,
v7
so hava vit, brøður, av hesum fingið uggan viðvíkjandi tykkum í allari neyð og trongd okkara, við trúgv tykkara.
v8
Tí at nú liva vit, tá ið tit standa fastir í Harranum.
v9
Tí at hvørja tøkk kunnu vit geva Guði fyri tykkum, aftur fyri alla ta gleði, sum vit gleðast við um tykkum frammi fyri ásjón Guðs várs,
v10
meðan vit nátt og dag bønliga biðja um, at vit mega fáa andlit tykkara at síggja og kunnu bøta um tað, sum vantar á í trúgv tykkara?
Paulus biður, at teir mega vaksa andaliga
v11
Men sjálvur Guð og faðir vár, og vár harri Jesus greiði veg okkara til tykkara!
v12
Og tykkum fylli Harrin og geri tykkum ovurríkar í kærleikanum hvør móti øðrum og móti øllum, soleiðis sum eisini vit móti tykkum,
v13
fyri at hann kann styrkja hjørtu tykkara, so at tey verða ólastandi í heilagleika frammi fyri Guði og faðir várum við komu várs harra Jesu saman við øllum heilagum sínum! Amen.
|