|
Jósvabók, kapittul 12
Kongarnir fyri eystan Jórdan
v1
Hesir eru teir kongarnir í landinum, ið Ísraelsmenn vunnu sigur á; teir ognaðu sær land teirra fyri eystan Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli, alt slættlendið eystantil:
v2
Sihon, kongur Ámorita, sum búði í Hesjbon og valdaði øllum landi frá Ároer við Arnons áarbakka, frá miðjum dali yvir helmingin av Gilead alt at Jabboks á, sum er landamark móti Ammonitum,
v3
Árábaslættanum alt at Kinnerots vatni eystantil og at Árábahavinum, Salthavinum, eystantil allan vegin alt at Bet-Jesjimot og longur suðureftir alt at Pisgalíðum,
v4
og Og, kongur av Básjan, sum var ein av teimum Refaitum, ið eftir vóru; hann búði í Asjtarot og Edrei
v5
og valdaði Hermons fjallabygdum, Salka og øllum Básjan alt at landamarki Gesjurita og Máakatita, helmingi av Gilead at landamarki Sihons kongs í Hesjbon.
v6
Móses, tænari Harrans, og Ísraelsmenn høvdu vunnið sigur á teimum; og Móses, tænari Harrans, gav Rubenitum, Gáditum og helmingi av ætt Manasse land teirra til ognar.
Kongarnir fyri vestan Jórdan
v7
Hesir eru teir kongar, ið Jósva og Ísraelsmenn vógu fyri vestan Jórdan frá Báal-Gád í Libanons dali alt at Reynafjalli, ið hevjar seg niðan móti Se'ir; land teirra gav Jósva Ísrael til ognar, hvørji ætt sín lut,
v8
í fjallalandinum, í láglandinum, á Árábaslættanum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og á suðurlandinum, land Hetita, Ámorita, Kánáanita, Perezita, Hivita og Jebusita:
v9
Kongurin av Jeriko ein; kongurin av Ai við Betel ein;
v10
kongurin av Jerúsalem ein; kongurin av Hebron ein;
v11
kongurin av Jarmut ein; kongurin av Lákisj ein;
v12
kongurin av Eglon ein; kongurin av Gezer ein;
v13
kongurin av Debir ein; kongurin av Geder ein;
v14
kongurin av Horma ein; kongurin av Árad ein;
v15
kongurin av Libna ein; kongurin av Ádullam ein;
v16
kongurin av Makkeda ein; kongurin av Betel ein;
v17
kongurin av Tappua ein; kongurin av Hefer ein;
v18
kongurin av Áfek ein; kongurin av Sjáron ein;
v19
kongurin av Mádon ein; kongurin av Házor ein;
v20
kongurin av Sjimron-Meron ein; kongurin av Aksjaf ein;
v21
kongurin av Táanak ein; kongurin av Megiddo ein;
v22
kongurin av Kedesj ein; kongurin av Jokneam við Karmel ein;
v23
kongurin av Dór á Dórs heiðum ein; kongurin yvir fólkunum í Galileu ein;
v24
kongurin av Tirza ein; allir kongarnir tilsamans vóru tríati og ein.
|