|
Jósvabók, kapittul 15
Landøkið Júdaættar
v1
Við lutkastinum fingu kyntættirnir av Júda ætt sín landslut yvir móti Edóms landamarki, Zin oyðimørkina, sunnast í landinum.
v2
Landamark teirra fyri sunnan byrjar frá endanum á Salthavinum frá víkini, ið gongur suðureftir;
v3
haðan gongur tað sunnanvert við Sporðdrekaskarðið, fer yvir at Zin og snýr sær niðaneftir sunnanvert við Kádesj-Barnea og yvir at Hezron; síðan niðan til Addar og haðan í bugi til Karka;
v4
haðan gongur tað yvir at Azmon og alla leið at Egyptalands á; síðan gongur markið í sjógv. Hetta er landamark teirra í suðuri.
v5
Landamarkið fyri eystan er Salthavið og alt at Jórdans ósa. Landamarkið fyri norðan gongur frá havsins vík frá Jórdans ósa;
v6
haðan gongur landamarkið niðaneftir til Bet-Hogla og longur fram fyri norðan Bet-Árába og niðan at steini Bóhans Rubenssonar.
v7
Síðan gongur landamarkið frá Ákors dali til Debir og norður um Gilgal, ið liggur áraka Ádummimskarðið fyri sunnan dalin; síðan gongur landamarkið at En-Sjemesjvøtnum og endar við Rógel kelduna.
v8
Haðan gongur landamarkið niðan móti dali Hinnomssonar sunnanvert við øksl Jebusita, sum nú eitur Jerúsalem; og síðan gongur landamarkið upp á fjallatindin, sum er fyri vestan Hinnoms dal við norðurendan av Refaim dali.
v9
Av fjallatindinum gongur landamarkið í bugi við Neftoa vatnræsi og út til bygdina á Efraims fjalli og haðan til Báala, ið nú eitur Kirjat-Jearim.
v10
Frá Báala gongur landamarkið í bugi vestureftir at Se'irs fjalli og síðan yvir at brekkuni norðanvert við Jearims fjall, har ið nú Kesalon liggur; og haðan oman til Bet-Sjemesj og yvir at Timna.
v11
Haðan gongur landamarkið norðureftir at Ekrons fjallaási og síðan í bugi til Sjikkaron og yvir at Báalafjalli og alla leið til Jabneel og gongur í sjógv.
v12
Í vestri er havið mikla landamark allan vegin. Hetta eru landamarkini hjá Júdasonum íkring, eftir kyntáttum teirra.
Káleb og Otniel
v13
So sum Harrin hevði boðið Jósva, fekk Káleb Jefunneson sín landslut í miðjum Júdasonum, borgina Kirjat-Arba, ið æt eftir ættarfaðir Ánakita; hon eitur nú Hebron.
v14
Og Káleb rak burtur haðan tríggjar Ánakitar, Sjesjai, Áhiman og Talmai, eftirkomarar Ánaks.
v15
Síðan fór hann í hernað móti íbúgvum Debirs; Debir æt áður Kirjat-Sefer.
v16
Tá mælti Káleb: «Tann, sum vinnur borgina Kirjat-Sefer og leggur hana undir seg, honum vil eg geva Aksu, dóttur mína, til konu.»
v17
Og tá ið Otniel Kenazson, bróðir Kálebs, vann borgina, gav hann honum Aksu, dóttur sína, til konu.
v18
Men tá ið hon skuldi fara heim við húsbónda sínum, eggjaði hann henni til at biðja faðirin um nakað av jørð; hon fór tí niður aftur av asnanum. Káleb spurdi hana tá: «Hvat vilt tú?»
v19
Hon svaraði: «Gev mær einahvørja heimanfylgju; av tí at tú hevur gift meg burtur til hitt turra suðurlandið, so mást tú eisini geva mær vatnbrunnar.» Tá gav hann henni hinar ovaru og hinar niðaru brunnarnar.
Júdaborgir
v20
Hetta er arvalutur Júdaættar eftir kyntáttum teirra:
v21
Borgirnar við útjaðara Júdaættar sunnantil móti landamarki Edóms: Kabzeel, Eder, Jágur,
v22
Kina, Dimona, Árara,
v23
Kedesj, Házor, Jitnan,
v24
Zif, Telem, Bealot,
v25
Házor-Hádata, Kerijot-Hezron; tað er Házor.
v26
Ámam, Sjema, Mólada,
v27
Házar-Gadda, Hesjmon, Bet-Pelet.
v28
Házar-Sjúal, Beersjeba, Bizjótja,
v29
Báala, Ijjim, Ezem,
v30
Eltolad, Betul, Horma,
v31
Ziklag, Madmanna, Sansanna,
v32
Lebaot, Sjilhim, En-Rimmon; tilsamans tjúgu og níggju borgir og torpar teirra.
v33
Á láglandinum: Esjtaol, Zórea, Asjna,
v34
Zánoa, En-Gannim, Tappua, Enam,
v35
Jarmut, Ádullam, Sóko, Ázeka
v36
Sjáaráim, Áditáim, Gedera, Gederotáim; tilsamans fjúrtan borgir og torpar teirra.
v37
Framleiðis Zenan, Hádasja, Migdal-Gád,
v38
Dilean, Mizpe, Jokteel,
v39
Lákisj, Bozkat, Eglon,
v40
Kabbon, Lakmas, Kitlisj,
v41
Gederot, Bet-Dágon, Náama, Makkeda; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra.
v42
Framleiðis Libna, Eter, Ásjan,
v43
Jifta, Asjna, Nezib,
v44
Ke'ila, Akzib, Maresja; tilsamans níggju borgir og torpar teirra.
v45
Ekron við bygdum og torpum sínum.
v46
Frá Ekron og vestur at havinum alt økið fram undir líðunum við torpum sínum,
v47
Ásdod við bygdum og torpum sínum, Gaza við bygdum og torpum sínum, alt at Egyptalands á; fyri vestan var havið mikla landamark.
v48
Í fjallalandinum: Sjámir, Jattir, Sóko,
v49
Danna, Kirjat-Sefer, tað er Debir;
v50
Ánab, Esjtemo, Ánim,
v51
Gósjen, Hólon, Gilo; tilsamans ellivu borgir og torpar teirra.
v52
Framleiðis Árab, Duma, Esjean,
v53
Jánum, Bet-Tappua, Áfeka,
v54
Humta, Kirjat-Arba, tað er Hebron, og Zior; tilsamans níggju borgir og torpar teirra.
v55
Framleiðis Máon, Karmel, Zif, Jutta,
v56
Jizreel, Jokdeam, Zánoa,
v57
Káin, Gibea, Timna; tilsamans tíggju borgir og torpar teirra.
v58
Framleiðis Halhul, Bet-Zur, Gedor.
v59
Máarat, Bet-Ánon, Eltekon; tilsamans seks borgir og torpar teirra. Tekoa, Efrata, tað er Betlehem, Peor, Etam, Kúlon, Tátam, Sóres, Kerem, Gallim, Beter og Menóho; tilsamans ellivu borgir og torpar teirra.
v60
Framleiðis Kirjar-Báal, tað er Kirjat-Jearim, og Rabba; tilsamans tvær borgir og torpar teirra.
v61
Í oyðimørkini: Bet-Árába, Middin, Sekáka,
v62
Nibsjan, Ir-Mela, En-Gedi; tilsamans seks borgir og torpar teirra.
v63
Men Jebusitarnir, sum búðu í Jerúsalem, fingu Júdamenn ikki rikið burtur; tí búgva Jebusitar enn í dag í Jerúsalem saman við Júdamonnum.
|