Aftur til forsíðuna
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 2
Jesus talsmaður syndaranna
v1 Børn míni! Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa, v2 og hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum.
Um at halda kærleiksboðið
v3 Og av hesum vita vit, at vit kenna hann, um vit halda boð hansara. v4 Tann, sum sigur: <<Eg kenni hann,>> og ikki heldur boð hansara, hann er ein lygnari, og í honum er sannleikin ikki; v5 men tann, sum heldur orð hansara, í honum er sanniliga Guðs kærleiki vorðin fullkomin. Av hesum kenna vit, at vit eru í honum. v6 Tann, sum sigur, at hann verður í honum, hann eigur eisini sjálvur at liva, soleiðis sum hann livdi. v7 Elskaðu tit, tað er ikki eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, men eitt gamalt boð, sum tit hava havt frá upphavi, tað gamla boðið er tað orðið, sum tit hava hoyrt. v8 Og kortini er tað eitt nýtt boð, sum eg skrivi til tykkara, sum er satt í honum og í tykkum; tí at myrkrið hvørvur, og hitt sanna ljósið skínur longu. v9 Tann, sum sigur, at hann er í ljósinum, og hatar bróður sín, hann er enn í myrkrinum. v10 Tann, sum elskar bróður sín, hann verður í ljósinum, og í honum er einki, sum fær hann at falla. v11 Men tann, sum hatar bróður sín, hann er í myrkrinum og gongur í myrkrinum, og hann veit ikki, hvar hann fer, tí at myrkrið hevur blindað eygu hansara.
Um ikki at elska heimin
v12 Eg skrivi til tykkara, børn míni, av tí at syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns hansara skuld. v13 Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, av tí at tit hava vunnið sigur á hinum illa. Eg havi skrivað til tykkara, børn, av tí at tit kenna faðirin. v14 Eg havi skrivað til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg havi skrivað til tykkara, tit ungu, av tí at tit eru sterk, og Guðs orð verður í tykkum, og tit hava vunnið sigur á hinum illa. v15 Elskið ikki heimin, ikki heldur teir lutir, sum eru í heiminum. Um einhvør elskar heimin, tá er faðirsins kærleiki ikki í honum. v16 Tí at alt tað, sum er í heiminum, holdsins lyst og eygnanna lyst og lívsins dramblæti, tað er ikki frá faðirinum, men frá heiminum. v17 Og heimurin fer til grundar og lyst hansara; men tann, sum ger Guðs vilja, verður um allar ævir.
Um at vara seg fyri antikristiligari avnoktan
v18 Børn míni, tað er hin síðsti tímin, og sum tit hava hoyrt, at Antikristus kemur, soleiðis eru nú mangir Antikristar komnir upp, og av hesum kenna vit, at tað er hin síðsti tímin. v19 Teir eru komnir frá okkum, men teir vóru ikki av okkum; tí at um so var, at teir høvdu verið av okkum, tá høvdu teir verðið verandi hjá okkum; men tað varð, fyri at tað skuldi verða opinlýst, at teir ikki allir eru av okkum. v20 Og tit hava salving frá hinum heilaga og vita alt. v21 Eg havi ikki skrivað til tykkara av tí, at tit ikki vita sannleikan; men av tí at tit vita hann, og at eingin lygn er av sannleikanum. v22 Hvør er lygnarin uttan tann, sum noktar, at Jesus er Kristus? Tann er Antikristus, sum noktar faðirin og sonin. v23 Hvør tann, sum noktar sonin, hevur ikki heldur faðirin; tann, sum kennist við sonin, hevur eisini faðirin. v24 Tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, latið tað verða verandi í tykkum. Um tað, sum tit hava hoyrt frá upphavi, verður verandi í tykkum, tá skulu tit eisini verða verandi í soninum og í faðirinum. v25 Og hetta er tann fyrijáttanin, sum hann gav okkum: hitt æviga lívið. v26 Hetta havi eg skrivað til tykkara um teir, sum villleiða tykkum. v27 Og tann salvingin, sum tit fingu av honum, hon verður verandi í tykkum, og tit hava ikki fyri neyðini, at nakar skal læra tykkum; men soleiðis sum salving hansara lærir tykkum alt, er tað eisini satt og er ikki lygn; og soleiðis sum hon hevur lært tykkum, skulu tit eisini verða verandi í honum.
Verðið í Kristi
v28 Og nú, børn míni, verðið verandi í honum, fyri at vit, tá ið hann verður opinberaður, kunnu hava frímóð og ikki skulu verða til skammar fyri honum við komu hansara. v29 Um tit vita, at hann er rættvísur, tá skilja tit, at hvør tann, sum fremur rættvísi, er føddur av honum.