Aftur til forsíðuna
Hitt fyrsta almenna bræv Jóhannesar, kapittul 3
Vónin um sælu krevur av Guðs børnum, at tey avnokta synd
v1 Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. Av teirri grund kennir heimurin okkum ikki, at hann ikki hevur kent hann. v2 Elskaðu tit, nú eru vit Guðs børn, og tað er enn ikki opinberað, hvat vit skulu verða. Vit vita, at tá ið hann verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er. v3 Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan, eins og hann er reinur. v4 Hvør tann, sum ger synd, ger eisini lógbrot, og syndin er lógbrot. v5 Og tit vita, at hann varð opinberaður, fyri at taka burtur syndirnar; og í honum er ikki synd. v6 Hvør tann, sum verður verandi í honum, syndar ikki; hvør tann, sum syndar, hevur ikki sæð hann og kennir hann ikki heldur.
Syndarin er av djevulinum. Guðs børn verða kend av tí at tey elska hvørt annað
v7 Børn míni, latið ongan villa tykkum! Tann, sum fremur rættvísi, er rættvísur, eins og hann er rættvísur. v8 Tann, sum ger synd, er av djevulinum; tí at djevulin hevur syndað frá upphavi. Til tess varð Guðs sonur opinberaður, at hann skuldi bróta niður djevulsins verk. v9 Hvør tann, sum er føddur av Guði, ger ikki synd, tí at sáð hansara verður verandi í honum, og hann kann ikki synda, tí at hann er føddur av Guði. v10 Av hesum eru Guðs børn og djevulsins børn kunn; hvør, sum ikki fremur rættvísi, er ikki av Guði, og heldur ikki tann, sum ikki elskar bróður sín. v11 Tí at hetta er tann boðskapurin, sum tit hava hoyrt frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan; v12 ikki eins og Káin, sum var av hinum illa og myrdi bróður sín. Og hvat myrdi hann hann fyri? Tí at gerningar hansara vóru vándir, men gerningar bróður hansara rættvísir. v13 Undrist ikki, brøður mínir, um at heimurin hatar tykkum. v14 Vit vita, at vit eru komnir frá deyðanum yvir til lívið, tí at vit elska brøðurnar; tann, sum ikki elskar, verður verandi í deyðanum. v15 Hvør tann, sum hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verðandi í sær. v16 Av hesum kenna vit kærleikan, at hann læt lívið fyri okkum; so eiga vit eisini at lata lívið fyri brøðurnar. v17 Men tann, sum hevur heimsins góðs og sær bróður sín líða neyð og letur hjarta sítt aftur fyri honum, hvussu kann tá kærleiki Guðs verða verandi í honum?
Kærleikin gevur frímóð
v18 Børn míni, latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika. v19 Og av hesum kunnu vit kenna, at vit eru av sannleikanum, og tá skulu vit frammi fyri ásjón hansara fáa hjørtu okkara at verða still, v20 hvat so hjarta okkara kann døma okkum fyri; tí at Guð er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir. v21 Elskaðu tit, um hjarta okkara ikki dømir okkum, tá hava vit frímóð fyri Guði, v22 og hvat sum vit biðja um, tað fáa vit frá honum, tí at vit halda boð hansara og gera tað, sum honum hugnar. v23 Og hetta er boð hansara, at vit skulu trúgva á navn sonar hansara, Jesu Krists, og elska hvør annan eftir tí boði, sum hann gav okkum. v24 Og tann, sum heldur boð hansara, hann verður verandi í honum og hann í honum; og av hesum kenna vit, at hann verður verandi í okkum, av andanum, sum hann hevur givið okkum.