Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Bíblian á føroyskum.

Bíblian, Halgabók, er heimsins viðgitnasta bók

Bíblian er samlaða savnið av heilagu skriftunum hjá kristnum og jødiskum fólki. Hon er týdd til væl fleiri enn 2.400 ymisk mál. Í Bíbliuni eru 66 bøkur. Tær eru býttar upp í kapittul og vers, sum gera tað lættari at finna runt. Orðið, biblia, er grikskt og merkir bókasavn. Í Bíbliu okkara eru Gamla Testamenti, sum eru halgu tekstirnir hjá jødum, og Nýggja Testamenti við halgu skriftunum hjá teimum kristnu. Nógv kristin fólk trúgva, at Bíblian er Guds orð, hóast ósemja er um, hvussu hetta skal skiljast.

Søgurnar í Halgubók hava givið listamonnum góð hugskot. Í kirkjum víða hvar eru málningar, glasbrotamyndir og telgdir lutir við evnum úr Halgubók. Fleiri rithøvundar hava skrivað um evni í Halgubók.

Bíblian á føroyskum

Schrøter

Fyrsta roynd at umseta Bíbliuna til føroyskt var umsetingin av Evangeliinum eftir Matteus eftir danska prestinum J.H. Schrøter (1771 - 1851). Hendan týðingin kom út í 1823. Schrøter skipaði so fyri, at eitt eintak varð prentað til hvørt hús í Føroyum, íalt eini 1.500 eintøk. Móttøkan var tó misjøvn og sum heild neilig. Vanliga fólkið vildi ikki vita av umsetingini, tí tey vóru von við danskt mál í átrúnaðarligum samanhangi, og teir meira lærdu funnust at vánaliga málinum sum Schrøter brúkti. Einki føroyskt skriftmál var tá, og Schrøter hevði gjørt sítt egna heldur suðuroyakenda og ljóðliga skriftmál.

Danielsen, Dahl og Viderø

Tað eru tvær fullfíggjaðar, føroyskar umsetingar av Bíbliuni, onnur umsett av Victori Danielsen (1894-1961) og hin av Jákupi Dahl (1878-1944) og Kristiani Osvald Viderø (1906-1991). Umsetingarnar vórðu fullfíggjaðar ávikavist í 1949 og 1961.

Umsetingin hjá Danielsen var ikki úr frummálunum, grikskum og hebraiskum, men úr ymiskum evropeiskum málum (so sum týskum, enskum og teimum norðurlendsku málunum), meðan tann hjá Dahl og Viderø var úr frummálunum.

Endaliga arbeiðsbýtið ímillum Dahl og Viderø er, at Dahl hevur umsett Sálmarnar, Orðtøkini, Prædikaran, Jobsbók 1-23, Jesaja 7,10-15; 9,6-7; 11,1-10; 12; 24,1-9; 40,1-8; 53; 55,6-7; 60,1-6. Dahl umsetti eisini Nýggja Testamentið. Restin, sum ikki er nevnd omanfyri, hevur Viderø umsett.

Nýggj umseting

Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, hevur nú umsetta alla Bíbliuna av nýggjum. Mál hansara var at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Hetta hugskot hava allar samkomur tikið ímóti uttan brøðrasamkoman.