Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Bíbliulesitrappan.

Bíbliulesitrappan

Bíbliulesitrappan, ella: bið, les, hugsa, les, bið, er ein góður framferðar lesiháttur. Løtt at minnast og at umhugsa tekstin samsvarandi tí, eg las.

Hesin lesiháttur hóskar væl saman við bíbliulesiætlanini frá Bíbliufelagnum.

  • Bið Gud tala við teg, meðan lisið verður!
  • Les dagsins bíbliutekst gjølla!
  • Hugsa um innihaldið! Set spurningar! Hvat lærir hetta meg? Hvat er høvuðsinnihaldið?
    Hvussu kann eg nýta hetta í gerandisdegnum?
  • Les eina góða og hóskandi bíbliufrágreiðing.
  • Bið Gud hjálpa tær at minnast og at liva samsvarandi tí, lisið varð! Takka at enda Gudi fyri

  dagsins bíbliulestur!