Búmerkið hjá felagnum
Lurta
19 mai 2024

Talvudagur fyri Bíbliufelagið.

Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í fólkakirkjuni.
Talvudagurin er Hvítusunnudag, sum í ár er 19. mai.

Bíbliufelagið vónar, at kirkjur, samkomur og onnur vilja stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.

Endamálið hjá Føroyska Bíbliufelagnum er:
1. at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
2. at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur, at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu og annað viðkomandi tilfar,
3. at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
4. at hava innsavningar og forlagsvirksemi,
5. at umsita sambandið við útlendsk bíbliufeløg,
6. at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við gávum og stuðli. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum.

Bíbliufelagið stuðlar eisini øðrum tjóðum í hesum. Felagið stuðlar eisini Alttjóða Bíbliufelagnum, Ukrainska Bíbliufelagnum, sjónvarpsrásini Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeysturs og Norðurafrika.

Nýggja bíbliuumsetingin hevur hægstu raðfesting. Umsetingin er komin væl ávegis, men andaligur og fíggjarligur stuðul krevst, um tað skal eydnast at fáa útgávuna lidna.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandisføroyskum – krevur sítt, og er komin væl ávegis.

Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:

BankNordik 6460-382.873.7
Eik Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

Minst til at viðmerkja: Talvudagur 2024.

Við tøkk og bøn um góðan stuðul.

Vinaliga,

Jógvan Fríðriksson
Forseti í Bíbliufelagnum

Bergur D. Joensen
Formaður í Bíbliufelagnum