Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Um okkum.

Um Føroyska Bíbliufelagið

Tað var við stórum áhuga, at vit í 1997 tóku ímóti áheitanini frá Danska bíbliufelagnum at stovna stiftsnevnd í Føroyum. Tá vórðu vit roknað sum eitt av stiftunum í Danska kongaríkinum. Tað var eisini við stórum áhuga, at Danska Bíbliufelagið í 2012 tók ímóti áheitan okkara at stovna sjálvstøðugt Bíbliufelag í landi okkara. Tá hevði Føroyska fólkakirkjan verið sjálvstøðug síðan 2007.

Men eins og á døgum Schrøters, koma vit ongan veg, máli okkara og Bíbliuni at frama, um vit ikki taka okkum um reiggj. Tað lá á okkum at gera viðtøkur fyri eitt sjálvstøðugt bíbliufelag. Í hesum sambandi var eisini týdningarmikið at fáa so breiða og stóra undirtøku fyri hesum felag sum gjørligt. Tey, sum ikki eru í felagnum, hava vit góð viðurskifti við, og soleiðis skal tað altíð verða.

11. oktober 2012 - í kjallaranum í Vesturkirkjuni - skrivaðu vit undir viðtøkurnar fyri Føroyska bíbliufelagið. Umboð vóru úr Fólkakirkjuni, katólsku kirkjuni, hvítusunnu-samkomum og karismatiskum fríkirkjum. Við undirskrift okkara varð Føroyska Bíbliufelagið stovnað. Vit hava bæði undan og eftir henda dag havt eitt sera gott samskifti og samstarv hvør við annan.

19. nov. 2012 fekk Føroyska bíbliufelagið handað rættindini til Dahl/Viderø-Bíbliuna. Vit gleddust henda dagum fyri stóra áhugan í fólki okkara og innan føroysk kirkju- og samkomulívið fyri hesi søk - eisini frá brøðrunum. Eitt alment skriv frá Richardi Danielsen, sála, var góður lestur.

Henda dagin møtti fyri Danska Bíbliufelagið, aðalskrivarin, Morten Thomsen Højsgaard, og fyri Mentamálaráðið, mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, ið báðir fluttu fram røðu. Fleiri limir løgdust eisini til nýstovnaða felagið.

Stýrið

Eitt stýri við 11 limum skipar arbeiðið í Føroyska Bíbliufelagnum. Fólkakirkjan hevur meirilutan í stýrinum. Limirnir eru: Føroya biskupur, Føroya dómpróstur, ein prestur úr Fólkakirkjuni, eitt umboð úr Fólkakirkjuni, eitt umboð úr Kirkjuligu Heimamissiónini, eitt umboð úr Kirkjuliga Missiónsfelagnum, eitt umboð úr katólsku kirkjuni, eitt umboð úr hvítusunnusamkomunum, eitt umboð úr karismatisku fríkirkjunum, tvey umboð vald á limafundi.

Biskupur er forseti í Bíbliufelagnum.

Stýrislimur verður valdur í eitt trýára skeið. Avvarandi kirkja, samkoma ella rørsla velja síni umboð í stýrið. Bara limir í Føroyska Bíbliufelagnum kunnu verða valdir í stýrið.

United Bible Societies
Føroyska Bíbliufelagið gjørdist limur í Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS) í 2016.

Samband fæst við Bíbliufelagið her.

Trýst her, um tygum ynskja at stuðla Bíbliufelagnum.