Búmerkið hjá felagnum
Lurta
17. apr. 2024

Vit skulu halda á at gera Gud størri.

'Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.' Hebr. 11,1.

Gud er at finna í umsorganini millum menniskju. Har síggi eg tann kærleikan, sum er Gud - hóast eg ikki kann prógva tað á sama hátt, sum tað vísindaliga verður prógvað. Eg fekk eina góða mynd uppá hetta frá einum vini á miðnámsskúlanum, sum eg møtti nógv ár seinni.

Tá var hann byrjaður at lesa teologi og ætlaði at gerast prestur. Hann var ein av teimum klóku og visti eina rúgvu um filosofi. Heilt erligt helt eg, at hann flenti at mær, tí eg trúði á Gud.

Tá eg so møtti honum nógv ár seinni, gjørdist eg bilsin av, at hann vildi verða prestur, tí hann hevði virkað sum ein, sum var mest sannførdur um, at Gud ikki var til. Men so segði hann við meg: “Eg trúgvi, at Gud er alt tað, sum vit ikki skilja.”

Tað er so væl sagt, og tað er vorðið yvirskriftin í mínum andaliga lívi. Tað hevur loyst mín rannsakandi heila, so eg kann hvíla í tí, eg ikki megni ella nýtist at vita - og eg havi funnið útav, at tað er ein stórur tryggleiki í, ikki at vita.

Trúgv er tað øvugta av at vita. Trúgv er álit á nakað ein ikki sær, men fegin byggir lívið á, tí tað er rætt og gott. Tað líkist eitt sindur kærleikanum. Tú kann síggja ítøkilig tekin um hann, men sjálvur kærleikin er ósjónligur.

Kortini er kærleikin ein styrki, sum dregur okkum og gevur meining. Tað er so nógv, eg ikki fái sagt nakað um, ella skilji við mínum viti – kærleikin, støddin á alheiminum, hvussu vit eru vorðin til.

Hjá mær gevur tað góða meining at hugsa, at Gud er í øllum tí, sum eg veit lítið um ella ikki havi nakað svar uppá.

Brot týtt úr „Håb er en overset superkraft“, red.: Malene Fenger-Grøndahl. Det danske Bibelselskab gav út í 2023.

Katrine Muff Enevoldsen (f. 1985) er útlærd á „Rytmisk Musikkonservatorium.“
Hon arbeiður som tónleikari, komponistur, kórleiðari og sjónvarpsvertur og hevur millum annað verið vertur á DR1-sendingini „Fællessang.“

Myndina eigur: Barbara Nolsøe