Búmerkið hjá felagnum
Lurta
20. apr. 2024

Jesus talar um burturferð sína.

«Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Guð, og trúgvið á meg! Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. Og hvar eg fari, hagar vita tit vegin.»

Tummas sigur við hann: «Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?» Jesus sigur við hann: «Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær. Høvdu tit kent meg, tá høvdu tit eisini kent faðir mín. Og frá hesi stund kenna tit hann og hava sæð hann.»

Filippus sigur við hann: «Harri, sýn okkum faðirin, og tað er okkum nóg mikið.» Jesus sigur við hann: «So langa tíð havi eg verið hjá tykkum, og tú kennir meg ikki, Filippus? Tann, sum hevur sæð meg, hevur sæð faðirin; hvussu kanst tú tá siga: Sýn okkum faðirin? Trýrt tú ikki, at eg eri í faðirinum, og faðirin er í mær? Tey orð, sum eg tali til tykkara, tey tali eg ikki av mær sjálvum. Men faðirin, sum í mær er, hann ger gerningar sínar. Trúgvið mær, at eg eri í faðirinum, og faðirin í mær; men um ikki, tá trúgvið mær fyri sjálva gerninganna skuld!

Evangeliið eftir Jóhannes 14,1-11.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen