Aftur til forsíðuna
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja til at boða fyrijáttan um lívið í Kristi Jesusi v2 til Timoteusar, sín elskaða son: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!
Paulus takkar Guði fyri falsleysu trúgv Timoteusar
v3 Eg takki Guði, sum eg frá forfedrunum tæni í reinari samvitsku, líkasum eg áhaldandi havi teg í huga í bønum mínum nátt og dag, v4 tí at tá ið eg minnist tár tíni, leingist mær eftir at síggja teg, fyri at eg kann verða fyltur við gleði, v5 við tað at eg eri komin at minnast ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evnike, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær.
Paulus leggur Timoteusi eina við ikki at skammast við gleðiboðskapin
v6 Tess vegna minni eg teg á, at tú birtir upp at loga ta Guðs náðigávu, sum er í tær við álegging handa mína. v7 Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda. v8 Skammast tí ikki við vitnisburðin um váran harra ella við meg, fanga hansara, heldur skalt tú við mær tola ilt fyri gleðiboðskaparins skuld samsvarandi Guðs kraft; v9 hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum, v10 men nú er vorðin alkunn við opinbering frelsara várs, Krists Jesu, hann sum gjørdi deyðan til einkis og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið við gleðiboðskapinum, v11 sum eg eri settur at vera boðberi og ápostul og lærari fyri.
Paulus sum fyrimynd
v12 Tess vegna líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað; tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin. v13 Hav tær sum fyridømi tey heilnæmu orðini, sum tú hoyrdi av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi. v14 Varða um hin vakra gripin, sum tær er fingin, við heilagum anda, sum býr í okkum!
Fráfallin og trúføst
v15 Tú veitst hetta, at allir teir í Ásiu vendu sær frá mær, og millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes. v16 Harrin veiti húsi Onesiforusar miskunn; tí at ofta hevur hann lívgað meg, og hann skammaðist ikki við leinkjur mínar. v17 Men tá ið hann var komin til Róm, legði hann sær eina við at leita meg upp og fann meg. v18 Harrin gevi honum, at hann má finna miskunn hjá Harranum á hinum degi! Og hvussu stóra tænastu hann gjørdi í Efesus, tað veitst tú best.