Aftur til forsíðuna
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 4
Timoteus skal boða orðið við trúskapi
v1 Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: v2 Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining! v3 Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, v4 og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum. v5 Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!
Paulus væntar ikki at sleppa út við lívinum
v6 Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað. v7 Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna. v8 Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara.
Paulus biður Timoteus um at koma skjótt
v9 Royn alt tað tú kanst at koma til mín sum skjótast! v10 Tí at Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði henda heimin, og hann er farin avstað til Tessalóniku; Kreskes er farin til Galatiu, Titus til Dalmatiu. v11 Lukas er einsamallur hjá mær. Tak Markus og hav hann við tær; tí at hann er mær nýtur til tænastu. v12 Men Týkíkus havi eg sent til Efesus. v13 Tá ið tú kemur, tá tak við tær tann møttulin, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar!
Paulus sigur frá viðurskiftum sínum
v14 Aleksander koparsmiður gjørdi mær nógv ilt; Harrin skal løna honum eftir gerningum hansara. v15 Honum skalt eisini tú vara teg fyri; tí at hann stóð hart ímót orðum okkara. v16 Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað! v17 Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, til tess at boðanin við mær skuldi verða fullførd, og øll fólkasløg skuldu fáa hana at hoyra; og eg varð bjargaður úr ljónskjaftinum. v18 Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen.
Heilsanir
v19 Heilsa Prisku og Akvilasi og húsi Onesiforusar! v20 Erastus varð eftir í Korint, men Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet. v21 Royn alt tað tú kanst at koma fyri vetur! Evbulus letur heilsa tær og Pudes og Linus og Klaudia og allir brøðurnir. v22 Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum!