|
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar, kapittul 2
Treyst í trúarstríðnum
v1
So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi!
v2
Og tað, sum tú hevur hoyrt av mær, meðan mong vitni vóru hjá, skalt tú lata trúfastar menn fáa, sum eru dúgligir til eisini at læra onnur.
v3
Tol tú fyri tín part ilt sum ein góður hermaður Krists Jesu.
v4
Eingin, sum er í hertænastu, fløkir seg upp í lívsins størv, fyri at hann kann toknast honum, sum tók hann í hertænastu.
v5
So er eisini, um einhvør er við í kappleikum, tá verður hann ikki krýndur, um hann ikki leikar lógliga.
v6
Bóndin, sum arbeiðir, eigur fyrstur at fáa lut í ávøkstunum.
v7
Gev gætur eftir tí, sum eg sigi; tí at Harrin skal geva tær skyn á øllum.
Minnast til, at vit skulu fylgja Kristi í líðing og dýrd
v8
Minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum, av Dávids ætt, samsvarandi gleðiboðskapi mínum,
v9
sum eg toli ilt fyri líka til hetta at vera bundin eins og ein illgerðarmaður; men Guðs orð er ikki bundið.
v10
Tí toli eg alt fyri teirra útvaldu skuld, fyri at eisini tey skulu fáa frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd.
v11
Tað orðið er satt; tí at eru vit deyðir við honum, skulu vit eisini liva við honum;
v12
halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum;
v13
eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta.
Móti falslærarum
v14
Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað.
v15
Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið.
v16
Men halt tær burtur frá hinum vanheilaga svassi; tí at slíkir vilja altíð fara longur fram í gudloysi,
v17
og orð teirra koma at eta um seg sum kreft; – millum teirra eru Hýmeneus og Filetus,
v18
sum eru vilstir burtur frá sannleikanum, við tað at teir siga, at uppreisnin hevur longu verið, og teir kollvelta trúnna hjá summum.
Tó at Guðs kirkja eisini hevur ker til vanheiðurs, er hon tó óvikandi
v19
Men Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: «Harrin kennir síni» og «Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, skal halda sær frá órættvísi.»
v20
Men í stórum húsi eru ikki bert gullker og silvurker, men eisini træker og leirker, og summi eru til heiðurs og summi til vanheiðurs.
v21
Um einhvør tí heldur seg reinan frá hesum, tá skal hann vera eitt ker til heiðurs, halgað, nýtiligt hjá húsbóndanum, lagaligt til eitt og hvørt gott verk.
Rætta atferð Timoteusar
v22
Men flýggja frá hinum ungdómsligu lystunum; stunda heldur á rættvísi, trúgv, kærleika, frið við tey, sum ákalla Harran av reinum hjarta!
v23
Men havna tú hinum býttisligu og óskynsomu trætumálum, av tí at tú veitst, at tey elva stríð!
v24
Men ein Harrans tænari eigur ikki at stríðast, men vera blíður við øll, dúgligur at læra, førur fyri at tola ilt,
v25
so at hann við spaklyndi hevur at teimum, sum seta seg ímót, um Guð tá einaferð kundi givið teimum umvending til kunnleika um sannleikan,
v26
og teir kundu raknað við aftur úr snerru djevulsins, fangaðir av honum til at gera hansara vilja.
|