|
Nehemia, kapittul 10
v1
Tað innsiglaða skjalið hava hesir ritað undir: Landsstjórin Nehemia Hákaljason og Zidkia,
v2
Seraja, Ázarja, Jeremja,
v3
Pasjhur, Ámarja, Malkija,
v4
Hattusj, Sjebanja, Malluk,
v5
Hárim, Meremot, Óbadja,
v6
Dánjal, Ginneton, Báruk,
v7
Mesjullam, Ábia, Mijjamin,
v8
Máazja, Bilgai og Sjemaja; hetta vóru prestarnir.
v9
Og Levitarnir: Jesjua Ázanjason, Binnui ein av eftirkomarum Henadads, Kadmiel
v10
og brøður teirra Sjebanja, Hódia, Kelita, Pelaia, Hánan,
v11
Mika, Rehob, Hásjabja,
v12
Zakkur, Sjerebja, Sjebanja,
v13
Hódia, Báni og Beninu.
v14
Høvdingar fólksins: Párosj, Páhat-Móab, Elam, Zattu, Báni,
v15
Bunni, Ázgad, Bebai
v16
Ádónia, Bigvai, Ádin,
v17
Áter, Hizkia, Azzur,
v18
Hódia, Hásjum, Bezai,
v19
Hárif, Ánatot, Nebai,
v20
Magpiasj, Mesjullam, Hezir,
v21
Mesjezabel, Zádok, Jaddua,
v22
Petalja, Hánan, Ánaja,
v23
Hósea, Hánanja, Hassjub,
v24
Hallohesj, Pilha, Sjóbek,
v25
Rehum, Hásjabna, Máaseja,
v26
Áhija, Hánan, Ánan,
v27
Malluk, Hárim og Báana.
v28
Og hitt fólkið, prestarnir, Levitarnir, duravørðirnir, sangararnir, tempultrælirnir og allir teir, ið høvdu skilt seg burtur úr heidningunum til at fylgja lóg Guðs, við konum sínum, sonum og døtrum og øllum, ið dugdu á at skyna,
v29
gingu saman við hinar mætaru brøður sínar og svóru tann eið at vilja ganga eftir lóg Guðs, ið givin var við Mósesi, tænara Guðs, og at varðveita og halda øll boðorð drottins, Harra várs, allar lógir, samtyktir og fyriskipanir hans:
v30
Vit skulu ikki gifta hinum heidnu íbúgvum landsins døtur okkara og ikki taka sonum okkara døtur teirra til konu;
v31
tá ið hinir heidnu íbúgvar landsins koma á hvíludegnum við torgvørum sínum og alskyns korni til at selja, tá skulu vit ikki keypa frá teimum á hvíludegnum ella á nøkrum hátíðardegi; vit skulu lata jørðina hvíla sjeynda hvørt ár og avkanna okkum øll veðlán.
v32
Framvegis skulu vit leggja á okkum ta skyldu hvørt ár at greiða ein triðingssikul til tænastuna í húsi Guðs várs,
v33
til sýnisbreyðini og hitt dagliga grónofrið, til hitt dagliga brenniofrið og ofrini á hvíludøgunum og sólkomudøgunum, til veitsluhátíðirnar, til takkarofrini og syndaofrini til at gera sátt fyri Ísrael og til alt starv í húsi Guðs várs.
v34
Okkum prestum, Levitum og fólkinum skal við lutakasti líknast tann offurgáva at lata brennivið til hús Guðs várs eftir ættum várum á tilskilaðum tíma ár undan ári til at brenna á altari Harrans, Guðs várs, eins og ritað er í lógini.
v35
Vit skulu hvørt ár flyta allan frumgróður av jørð okkara og av øllum aldintrøum í hús Harrans,
v36
og somuleiðis koma við frumbornu sonum okkara og tí frumborna av fenaðinum, eins og ritað er í lógini, og við tí frumborna av stórdýrum og smalum okkara í hús Guðs várs, til prestarnar, sum gera tænastu í húsi Guðs várs.
v37
Og frumgróðurin av korni okkara og av ávøksti á øllum trøum, av aldinløgi og olju skulu vit flyta í kovarnar í húsi Guðs várs til prestarnar og tíggjundina av jørð okkara til Levitarnar. Levitarnir heinta sjálvir tíggjundina inn í jarðyrkisbygdum okkara.
v38
Og presturin, sonur Árons, skal vera við Levitunum, tá ið teir heinta inn tíggjundina; og Levitarnir skulu flyta tíggjund av tíggjundini í hús Guðs várs, inn í herbergini í goymsluhúsinum.
v39
Tí at í hesi herbergi skulu Ísraelsmenn og Levitarnir koma við offuravskurði av korni, aldinløgi og olju; her eru ílát halgidómsins og prestarnir, ið gera tænastu, og duravørðirnir og sangararnir; ikki vilja vit svíkja hús Guðs várs.
|