|
Nehemia, kapittul 2
Nehemia fær loyvi at fara heim at byggja múrarnar upp aftur
v1
Í nisan mánaði á tjúgunda ríkisári Artakserksesar kongs tók eg einaferð vínið, sum stóð frammi fyri kongi, rætti honum tað og loyndi samstundis stúran mína fyri honum.
v2
Men kongur segði við meg: «Hví ert tú so dapur í bragdi? Tú ert jú ikki sjúkur; nei, tað er óivað einhvør sorg, ið nívir hjarta títt.» Tá varð eg ógvuliga ræddur
v3
og svaraði kongi: «Kongur livi ævinliga! Skuldi eg ikki verið tungur í huga, tá ið borgin, ið goymir gravir fedra mína, liggur í oyði, og lið hennara eru uppbrend!»
v4
Kongur spurdi meg nú: «Hvat vilt tú hava?» Tá gjørdi eg bøn til Guðs á himnum.
v5
Síðan segði eg við kong: «Um tað hóvar tær, og tú hevur tokka til tænara tín, tá loyv mær at fara til Júda, til ta borg, ið goymir gravir fedra mína, so at eg kann byggja hana upp aftur.»
v6
Tá segði kongur við meg, meðan drotningin sat honum við lið: «Hvussu leingi man henda ferð tín vara, og nær kemur tú aftur?» Tá ið nú kongur hevði eftirlíkað at lata meg fara, nevndi eg honum ásetta tíð.
v7
Síðan mælti eg við kong: «Um tað hóvar kongi, tá gev mær brøv við til landsstjórarnar handan Ánna, so at teir lata meg sleppa vegin fram alt til Júda,
v8
og somuleiðis bræv til Ásafs, ið er skógvørður hjá kongi, at hann má geva mær við, til tess at eg fái gjørt bjálkar í liðini á tempulborgini, og við til borgargarðarnar og húsini, ið eg skal búgva í.» Og kongur gav mær hetta, við tað at Guðs góða hond var yvir mær.
Koma Nehemia til Jerúsalem
v9
Tá ið eg kom til landsstjórarnar handan Ánna, fekk eg teimum brøv kongs. Kongur hevði eisini sent herhøvdingar og reiðmenn við mær.
v10
Men tá ið Sanballat Hóroniti og trælurin Tóbija Ammoniti spurdu hetta, líkaði tað teimum ógvuliga illa, at maður skuldi vera komin at fremja vælferð Ísraelsmanna.
Arbeiðið
v11
Og tá ið eg var komin til Jerúsalem, dvaldist eg har í tríggjar dagar.
v12
Síðan fór eg upp á nátt og legði avstað við nøkrum fáum monnum uttan at siga nøkrum manni frá, hvat ið Guð mín hevði lagt mær í barm at gera fyri Jerúsalem; og einki annað djór var við mær enn tað, sum eg reið á.
v13
Eg reið tá um náttina út um Dalsliðið alt fram at Drekalindini og Mykjuliðinum og kannaði borgargarðar Jerúsalems, hvussu teir vóru niðurrivnir, og liðini uppbrend í eldi.
v14
Síðan helt eg fram at Lindarliði og kom at Kongstjørnini; men har var illa komandi fram hjá djórinum, sum eg reið á.
v15
Og eg reið um náttina ígjøgnum dalin og hugdi at borgargarðinum, legði síðan aftur leiðina inn um Dalslið og fór heim.
v16
Men yvirmenninir vistu einki um, hvar eg var farin, ella hvat eg ætlaði at gera; tí at eg hevði enn einki sagt fyri Júdeunum ella prestunum, tignarmonnunum, yvirmonnunum ella teimum, ið skuldu vinna at verkinum.
v17
Men nú segði eg við teir: «Tit síggja, hvussu illa vit eru staddir, hvussu Jerúsalem liggur í oyði og lið hennara brend upp í eldi; komið, vit skulu endurreisa borgargarð Jerúsalems, so at spott ikki longur verður rikið á okkum!»
v18
Og eg segði teimum, hvussu Guðs góða hond hevði verið yvir mær, og somuleiðis tey orð, sum kongur hevði talað til mín. Tá mæltu teir: «Vit vilja fara undir at byggja.» Og teir megnaðu seg til at fara undir hetta góða verk.
Mótstøða
v19
Men tá ið Sanballat Hóroniti og trælurin Tóbija Ammoniti og Gesjem Árábi spurdu hetta, róku teir spott á okkum, háðaðu okkum og søgdu: «Hvat er hetta, tit havast at? Ætla tit at rísa upp ímóti kongi?»
v20
Men eg svaraði teimum og segði við teir: «Guð himnanna, hann vil lata tað eydnast okkum; og vit, hansara tænarar, vilja fara undir at byggja; men tit, tit hava hvørki lut ella rætt ella minni í Jerúsalem.
|