|
Nehemia, kapittul 11
Hvussu fólkið varð sundurbýtt
v1
Og høvdingar fólksins tóku upp bústað í Jerúsalem, meðan hitt fólkið kastaði lut soleiðis, at av hvørjum tíggju monnum skuldi ein seta seg niður í Jerúsalem, hini heilagu borg, og hinir níggju skuldu búgva í borgunum.
v2
Fólkið bað gott fyri øllum teimum, ið sjálvboðin tóku upp bústað í Jerúsalem.
Íbúgvar Jerúsalems
v3
Hesir eru teir oddamenn í skattlandi okkara, sum búðu í Jerúsalem; men í Júdaborgunum búði hvør í síni borg, har hann hevði ogn sína, Ísraelsmenn yvirhøvur, prestarnir, Levitarnir, tempultrælirnir og eftirkomarar træla Sálomons.
v4
Í Jerúsalem búðu bæði Júdamenn og Benjaminitar. Av Júdamonnum: Átaja Uzziason Zekarjasonar, Ámarjasonar, Sjefatjasonar, Máhálalelssonar av eftirkomarum Perezar,
v5
og Máaseja Báruksson Kol-Hózesonar, Házajasonar, Ádajasonar, Jójaribssonar, sonar Zekarja Sjelanita.
v6
Allir eftirkomarar Perezar, sum búðu í Jerúsalem, vóru tilsamans fýra hundrað og seksti og átta vígførir menn.
v7
Og hesir Benjaminitar: Sallu Mesjullamsson, Jóedssonar, Pedajasonar, Kólajasonar, Máasejasonar, Itielssonar, Jesjajasonar
v8
og brøður hansara, níggju hundrað og tjúgu og átta reystir kappar.
v9
Jóel Zikrison var oddamaður teirra, og Júda Hassenuason var annar hægsti maður í borgini.
v10
Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin,
v11
Seraja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, høvuðsmaður yvir templi Guðs,
v12
og brøður teirra, sum gjørdu tænastu við templið, átta hundrað og tjúgu og tveir mans; og Ádaja Jerohamsson, Pelaljasonar, Amzisonar, Zekarjasonar, Pasjhurssonar, Malkijasonar,
v13
og brøður hans ættarhøvdingarnir tvey hundrað og fjøruti og tveir mans; og Ámasjsai Ázarelsson, Ázaisonar, Mesjillemotssonar, Immerssonar,
v14
og brøður hans eitt hundrað og tjúgu og átta reystir kappar. Oddamaður teirra var Zabdiel Gedolimsson.
v15
Av Levitunum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, Bunnisonar,
v16
og Levita-høvdingarnir Sjabbetai og Józabad, ið settir vóru yvir uttanhýsisstarvinum við hús Guðs,
v17
og Mattanja Mikason, Zabdisonar, Ásafssonar, sum undir bønarhaldinum skipaði lovsangin, og Bakbukja, annar hægstur av brøðrum sínum, og Abda Sjammuason, Gálalssonar, Jedutunssonar.
v18
Allir Levitarnir í borgini halgu vóru tilsamans tvey hundrað og áttati og fýra.
v19
Av duravørðunum: Akkub, Talmon og brøður teirra, sum stóðu á varðhaldi við liðini, tilsamans eitt hundrað og sjeyti og tveir.
v20
Men allir hinir Ísraelsmenn, prestarnir og Levitarnir búðu í øllum hinum borgum Júda, hvør á síni ogn.
v21
Tempultrælirnir búðu í Ófel, og Ziha og Gisjpa vóru settir yvir teimum.
v22
Yvirmaður Levitanna við tænastuna í húsi Guðs í Jerúsalem var Uzzi Bánison, Hásjabjasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, av eftirkomarum Ásafs, sangarunum.
v23
Kongur hevði givið skipan um teir, og sangarunum var tilskilað vist gjald, ið teimum tørvaði fyri hvønn dag.
v24
Petaja Mesjezabelsson ein av eftirkomarum Zera Júdasonar var umboðsmaður hjá kongi í øllum málevnum fólksins.
Bústaðir Júdamanna
v25
Og viðvíkjandi jarðyrkisbygdunum so búðu nakrir av Júdamonnum í Kirjat-Arba og bygdunum har íkring, í Dibon og bygdunum har íkring, í Jekabzeel og torpunum har íkring,
v26
í Jesjua, Molada, Bet-Pelet,
v27
Házar-Sjúal, Beer-Sjeba og bygdunum har íkring.
v28
Í Ziklag, Mekona og bygdunum har íkring,
v29
í En-Rimmon, Zórea, Jarmut,
v30
Zánoa, Ádullam og torpunum har íkring, í Lákisj við teirri jørð, sum har lá til, í Ázeka og bygdunum har íkring. Teir høvdu tikið sær bústað frá Beersjeba alt norður at Hinnomsdali.
v31
Benjaminitarnir búðu í Geba, Mikmas, Ajja, Betel og bygdunum har íkring,
v32
Ánatot, Nób, Ánanja,
v33
Házor, Ráma, Gittáim,
v34
Hádid, Zeboim, Neballat,
v35
Lód, Óno og Smiðadali.
v36
Av Levitunum búðu summar Júdadeildirnar í Benjamin.
|