|
Nehemia, kapittul 7
Nehemia setir varðmenn við borgarliðini
v1
Tá ið nú borgargarðurin var fullgjørdur, setti eg hurðarnar í og skipaði duravørðir, sangarar og Levitar.
v2
Og til at ráða fyri Jerúsalem setti eg Hánani, bróður mín, og Hánanja, virkishøvdinga, tí at hann var hildin at vera fráskila álítandi og gudrøkin maður.
v3
Og eg legði teimum eina við ikki at opna borgarlið Jerúsalems, fyrr enn sólin var hátt á himni, at duravørðirnir, áður enn teir fóru heim, skuldu seta lokur og stonglar fyri hurðarnar, og at hvør maður í Jerúsalem skuldi standa á varðhaldi uttanfyri við hús sítt.
Hinir heim aftur komnu verða taldir (smbr. Ezra 2)
v4
Borgin var víð um og stór, men fult av fólki í henni, og eingi hús vóru enn upp aftur bygd.
v5
Guð mín legði mær tá í bróst at stevna saman tignarmonnum og yvirmonnum og fólkinum til tess at skráseta teir í ættartal; tá fann eg ættarskrá teirra, sum fyrstir vóru heim aftur komnir; og har fann eg ritað:
v6
Hesir eru teir herleiddu av okkara skattlandi, sum komu heim aftur úr útlegdini – teir, sum Nebukadnezar kongur hevði flutt burtur til Bábel og nú snúðust heim aftur í Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg,
v7
teir, sum komu við Zerubbábel, Jesjua, Nehemja, Ázarja, Ráamja, Náhamani, Mordokai, Bilsjan, Misperet, Bigvai, Nehum og Báana. – Hetta er talið á øllum monnum av Ísraels fólki:
v8
Eftirkomarar Párosjar: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir.
v9
Eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir.
v10
Eftirkomarar Ára: Seks hundrað og fimmti og tveir.
v11
Eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og átjan.
v12
Eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra.
v13
Eftirkomarar Zattu: Átta hundrað og fjøruti og fimm.
v14
Eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti.
v15
Eftirkomarar Binnui: Seks hundrað og fjøruti og átta.
v16
Eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og átta.
v17
Eftirkomarar Ázgads: Tvey túsund, trý hundrað og tjúgu og tveir.
v18
Eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og sjey.
v19
Eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og seksti og sjey.
v20
Eftirkomarar Ádins: Seks hundrað og fimmti og fimm.
v21
Eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta.
v22
Eftirkomarar Hásjums: Trý hundrað og tjúgu og átta.
v23
Eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og fýra.
v24
Eftirkomarar Hárifs: Eitt hundrað og tólv.
v25
Ættaðir úr Gibeon: Níti og fimm.
v26
Ættaðir úr Betlehem og úr Netofa: Eitt hundrað og áttati og átta.
v27
Menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta.
v28
Menn úr Bet-Azmavet: Fjøruti og tveir.
v29
Menn úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir.
v30
Menn úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein.
v31
Menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir.
v32
Menn úr Betel og Ai: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir.
v33
Menn úr hinum Nebo: Fimmti og tveir.
v34
Eftirkomarar hins Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra.
v35
Eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu.
v36
Ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm.
v37
Ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og ein.
v38
Ættaðir úr Senáa: Trý túsund, níggju hundrað og tríati.
v39
Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja – av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir.
v40
Eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir.
v41
Eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey.
v42
Eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan.
v43
Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra.
v44
Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og fjøruti og átta.
v45
Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai: Eitt hundrað og tríati og átta.
v46
Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa, Tabbaots,
v47
Kerosar, Sia, Pádons.
v48
Lebana, Hágaba, Salmai,
v49
Hánans, Giddels, Gáhars,
v50
Reaja, Rezins, Nekoda,
v51
Gazzams, Uzza, Pásea,
v52
Besai, Meunita, Nefusita,
v53
Bakbuks, Hákufa, Harhurs,
v54
Bazluts, Mehida, Harsja,
v55
Barkósar, Sisera, Tema,
v56
Nezia og Hátifa.
v57
Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Perida,
v58
Jáala, Darkons, Giddels,
v59
Sjefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebáims og Ámons.
v60
Allir tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru trý hundrað og níti og tveir.
v61
Hesir vóru teir, ið heim fóru úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addon og Immer og ikki kundu greina frá ættum og uppruna sínum, hvørt teir vóru komnir av Ísrael:
v62
Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fjøruti og tveir.
v63
Og av prestunum: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai, sum hevði fingið sær konu av døtrum Barzillai Gileadita og nevndi seg við navni teirra;
v64
hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; tí vóru teir hildnir óverdugir til at vera prestar;
v65
og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, til prestur var komin, ið kundi at handfara Urim og Tummim.
v66
Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti;
v67
umframt trælir og trælkvendi teirra, sum vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; teir høvdu eisini tvey hundrað og fjøruti og fimm sangarar og sangkonur.
v68
Hestar teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm; kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu.
v69
Summir av ættarhøvdingunum studdu byggingina við gávum; soleiðis gav landsstjórin í grunnin eitt túsund drakmur av gulli, fimmti offurbollar og tríati prestakápur.
v70
Og summir av ættarhøvdingunum lótu í byggingargrunnin tjúgu túsund gulldrakmur og tvey túsund og tvey hundrað silvurminur.
v71
Og tað, sum hitt fólkið gav, var tjúgu túsund gulldrakmur, tvey túsund silvurminur og seksti og sjey prestakápur.
v72
Prestarnir og Levitarnir og nakað av fólkinum tóku nú upp bústað sín í Jerúsalem og har um leið; og sangararnir og duravørðirnir og alt hitt fólkið búsettust í sínum borgum.
|