|
Jeremia, kapittul 17
Synd Júda og revsing Harrans
v1
Júda synd er ritað við grifli av jarni, rist á talvu hjartna teirra við diamantoddi og á altarhorn teirra
v2
sum minningartekin ímóti teimum, á teirra altarum og Ásjerustólpum, á hvørjum grønum træi og høgum hóli,
v3
á fjøllunum, á víðavangi. Eyð tín og allar ognir tínar gevi eg yvir til ráns aftur fyri allar syndir tínar í øllum landi tínum.
v4
Tá verður tú at lata av hondum arvalut tann, sum eg gav tær; og eg man lata teg træla fyri fíggindar tínar í landi, sum tú ikki kennir; tí at eldur logar í vreiði míni; ævinliga brennur hann.
Satt og ósatt álit
v5
So sigur Harrin: Bølbiðin verði tann maður, sum troystar á menn og letur hold vera arm sín, men heldur hjarta sítt langt frá Guði!
v6
Hann verður eins og baraldur í fenlandi; hann fær einki gott at síggja; hann skal búgva í gløðandi oyðimørk, í saltlandi, har sum eingin tekur upp bústað.
v7
Sælur er tann maður, ið troystar á Harran, og hvørs álit Harrin er;
v8
hann verður líkur træi, sum er gróðursett við vatn, og sum toyggir røtur sínar út í løkir og ikki óttast, um hitin kemur, hvørs leyv altíð er grønt, sum ongan vanda hevur í turrum árum og ongantíð lættir av at bera ávøkst.
Einki er Harranum fjalt
v9
Svikafult er hjartað fram um alt annað; tað er brekað, og hvør kennir tað?
v10
Eg, Harrin, royni hjartað og rannsaki nýru til tess at løna hvørjum eftir atferð hans, eftir ávøksti verka hans.
Falsfingin vinningur
v11
Maðurin, ið vinnur sær órættvísan eyð, er eins og lynghøna, sum liggur á eggjum, ið hon ikki hevur vorpið; á hálvari ævi má hann lata hann frá sær, og við lívslok stendur hann sum dári.
Harrin er vón Ísraels
v12
Dýrdarhásæti, hátt hevjað frá fyrndartíð, er staður halgidóms várs.
v13
Og tú, Harri, ert vón Ísraels; allir, ið siga teg burtur, verða til skammar; teir, ið fara frá tær, verða oyddir úr landinum; tí at teir hava havnað Harranum, lindini við tí livandi vatninum.
Bøn profetsins um hjálp móti fíggindum sínum, ið hata hann og halda, at ógævan, sum hann boðar, er eftir hans egna ynski
v14
Grøð meg, Harri, at eg má verða grøddur, og hjálp mær, at eg má verða hjálptur, tí at tú ert lov mítt.
v15
Sí, teir siga við meg: Hvar er nú orð Harrans? Lat tað nú evnast!
v16
Eg havi ikki borið meg undan at vera hirði hjá tær, og ógævudagin havi eg ikki biðið um, tað veitst tú; hvørt orð, ið kom um varrar mínar, er fyri ásjón tíni.
v17
Verð mær ikki ræðsla, tú mín vernd á ógævustund!
v18
Lat teir, ið søkja at mær, verða til skammar, og lat ikki meg verða til skammar; lat teir skelva av ræðslu, men ikki meg; lat ógævudagin koma yvir teir og sorla teir við tvífaldum sori!
Hvíludagsboðið
v19
So segði Harrin við meg: Far og statt í liði fólksins, har sum Júdakongar ganga inn og út og í øllum borgarliðum Jerúsalems
v20
og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, tit Júdakongar og allir Júdamenn og allir íbúgvar Jerúsalems, ið ganga inn um hesi lið!
v21
So sigur Harrin: Varið tykkum fyri tykkara lív, at tit ikki á hvíludegnum fara undir nakra byrði ella bera hana inn um borgarlið Jerúsalems!
v22
Og onga byrði mega tit bera út úr húsum tykkara á hvíludegnum og einki verk vinna, men tit skulu halda hvíludagin heilagan, eins og eg beyð fedrum tykkara.
v23
Men teir lýddu ikki og løgdu ikki oyra við; teir gjørdust nakkafattir og vildu hvørki hoyra ella taka við aga.
v24
Men um tit av sanni lýða mær, sigur Harrin, so at tit ikki bera nakra byrði inn um liðið í hesi borg á hvíludegnum, men halda hvíludagin heilagan og einki verk inna á honum,
v25
tá skulu kongar og høvdingar, sum sita í hásæti Dávids og aka í vagnum og ríða á hestum, ganga inn um liðið í hesi borg, bæði teir og høvdingar teirra og Júdamenn og íbúgvar Jerúsalems; og henda borgin skal vera bygd allar ævir.
v26
Og teir skulu koma úr Júda borgum og úr bygdunum kring Jerúsalem, úr Benjamins landi og av láglandinum og av fjallalandinum og av suðurlandinum við brenniofrum, sláturofrum og grónofrum, roykilsisofrum og takkarofrum til hús Harrans.
v27
Men lýða tit ikki orðum mínum um at halda hvíludagin heilagan og onga byrði bera inn um Jerúsalems borgarlið á hvíludegnum, tá vil eg seta eld á borgarliðini; hann skal brenna upp Jerúsalems hallir og ikki slokna.
|