|
Jeremia, kapittul 37
Jeremia boðar Zidkia fall Jerúsalems
v1
Zidkia Jósiason varð kongur í stað Konja Jójakimssonar; tað var Nebukadnezar, ið gjørdi hann til kong í Júdalandi;
v2
men hvørki hann ella tænarar hans ella fólkið í landinum lýddu orðum teimum, ið Harrin hevði talað við Jeremia profet.
v3
Zidkia kongur sendi Júkal Sjelemjason og prestin Zefanja Máasejason til Jeremia profet við soljóðandi orðsending: Gakk til Harrans, Guðs várs, í forbøn fyri okkum!
v4
Jeremia hevði um tað mundið loyvi at ganga út og inn hjá fólkinum, tí at enn høvdu teir ikki sett hann í myrkustovu.
v5
Herur Fáraos var hildin út úr Egyptalandi; og tá ið Kaldear, sum kringsettu Jerúsalem, frættu tað, fóru teir burtur frá Jerúsalem.
v6
Tá kom orð Harrans til Jeremia profet soljóðandi:
v7
So sigur Harrin, Ísraels Guð: Soleiðis skalt tú siga við Júdakong, sum sendi teg at leita ráð við meg: Herur Fáraos, sum helt avstað tykkum til hjálpar, man venda heim aftur til Egyptalands;
v8
og Kaldear skulu koma aftur og herja á hesa borg, vinna sigur á henni og brenna hana upp!
v9
So sigur Harrin: Teipið ikki tykkum sjálvar við at siga: Kaldear munnu fara frá okkum med alla. Nei, teir fara ongar vegir!
v10
Tí at um tit vógu allan her Kaldea, sum herjar á tykkum, so at einans nakrir særdir vóru eftir, hvør í sínum tjaldi, tá skuldu teir risið upp og brent hesa borgina upp.
Jeremia í varðhaldi
v11
Tá ið herur Kaldea var rýmdur frá Jerúsalem undan heri Fáraos,
v12
fór Jeremia úr Jerúsalem og bjóst til Benjamins lands til tess at taka lut í jarðarbýti við bygdarfólkinum.
v13
Men tá ið hann kom í Benjamins lið, var har varðmaður ein, sum æt Jiria Sjelemjason, Hánanjasonar; hann treiv í Jeremia profet og mælti: Tú ætlar at rýma yvir til Kaldea!
v14
Men Jeremia svaraði: Tað er lygn; eg ætli ikki at rýma yvir til Kaldea! Men Jiria vildi ikki lurta eftir Jeremia, treiv í hann og leiddi hann fram fyri høvdingarnar.
v15
Høvdingarnir reiddust inn á Jeremia, bardu hann av og settu hann fastan í húsinum hjá Jónatani ríkisritara, tí at tað høvdu teir gjørt til fangahús.
v16
Soleiðis kom Jeremia í fangaskotið undir hválvinum; og har varð hann sitandi langa tíð.
Zidkia leitar ráð við Jeremia og linkar um varðhaldið
v17
Men Zidkia kongur sendi menn eftir honum; og kongur spurdi hann í loyndum í høll síni: Er nakað orð frá Harranum? Jeremia svaraði og segði: Jú, vissuliga: Tú skalt verða givin upp í hendur Bábelkongs!
v18
Síðan segði Jeremia við Zidkia kong: Hvat misbrot havi eg gjørt móti tær og tænarum tínum og móti hesum fólkinum, at tit seta meg í myrkustovu?
v19
Og hvar eru nú profetar tykkara, sum profeteraðu fyri tykkum og søgdu: Ei man Bábelkongur ráðast á tykkum og hetta land?
v20
Og hoyr nú, harra kongur! Lýð á mína eyðmjúku bøn og flyt meg ikki aftur í húsið hjá Jónatani ríkisritara til at doyggja har!
v21
Tá beyð Zidkia kongur at seta Jeremia í varðhald í varðgarðinum; og hvønn dag fekk hann ein breyðleiv úr Bakaragøtu, til alt breyðið í borgini var undangingið. Soleiðis sat nú Jeremia í varðgarðinum.
|