|
Jeremia, kapittul 36
Báruk ritar orð Jeremia
v1
Á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar Júdakongs kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi:
v2
Tak tær bókrullu og rita í hana øll tey orð, sum eg havi til tín talað um Jerúsalem og Júda og allar tjóðir, frá tí degi, eg á fyrsta sinni talaði til tín á døgum Jósia, og alt fram at hesum degi;
v3
kanska at Júdamenn, tá ið teir hoyra um alla ta ógævu, sum eg havi í hyggju at leiða yvir teir, fara at snúgva sær hvør og ein frá sínum vánda vegi, so at eg kann fyrigeva misgerðir og syndir teirra.
v4
Tá kallaði Jeremia Báruk Neriason til sín; og Báruk ritaði í bókrulluna av munni Jeremia øll tey orð, sum Harrin hevði talað til hansara.
v5
Síðan beyð Jeremia Báruki og segði: Eg eri tarnaður og sleppi ikki sjálvur í hús Harrans;
v6
men far tú og les upp úr bókrulluni tað, sum tú hevur ritað av munni mínum, orð Harrans, fyri fólkinum í húsi Harrans á føstudegi; eisini skalt tú lesa upp fyri øllum Júdamonnum, ið komnir eru higar úr borgum sínum;
v7
kanska tá bønir teirra um náði náa fram fyri ásjón Harrans, og kanska teir tá snúgva sær hvør og ein frá sínum vánda vegi; tí at mikil er tann ilska og vreiði, sum Harrin hevur hótt hetta fólk við.
v8
Báruk Neriason gjørdi tá í øllum soleiðis, sum Jeremia profetur legði fyri hann, og las orð Harrans upp úr bókini í húsi Harrans.
Báruk lesur orð Jeremia fyri fólkinum
v9
Á fimta ríkisári Jójakims Jósiasonar Júdakongs í níggjunda mánaðinum varð nú boðið, at alt fólkið í Jerúsalem og alt fólkið úr Júda borgum skuldi koma saman í Jerúsalem til føstuhalds fyri ásjón Harrans.
v10
Tá las Báruk upp úr bókini orð Jeremia fyri øllum fólkinum í húsi Harrans, í herbergi Gemarja Sjáfanssonar, ríkisritara, í ovara forgarði við Nýggjalið á húsi Harrans.
v11
Men tá ið Mika Gemarjason Sjáfanssonar hoyrdi øll orð Harrans upp úr bókini,
v12
fór hann oman í kongshøllina, inn í herbergi ríkisritarans, har allir høvdingarnir sótu: Elisjáma ríkisritari, Delaja Sjemajason, Elnatan Akborsson, Gemarja Sjáfansson og Zidkia Hánanjason og allir hinir høvdingarnir,
v13
og Mika kunngjørdi teimum øll tey orð, sum hann hevði hoyrt Báruk lesa upp úr bókini fyri fólkinum.
Báruk lesur orð Jeremia fyri høvdingunum
v14
Tá sendu allir høvdingarnir Jehudi Netanjason, Sjelemjasonar, Kusjisonar, til Báruks við soljóðandi orðsending: Tak við tær bókrulluna, sum tú last upp úr fyri fólkinum, og kom oman higar! Tá tók Báruk Neriason bókrulluna í hond og kom til teirra.
v15
Teir søgdu við hann: Sessast og les hana fyri okkum. Tá tók Báruk at lesa upp fyri teimum.
v16
Men tá ið teir høvdu hoyrt øll orðini, stóðu teir ræddir og bíndu hvør at øðrum og søgdu við Báruk: Vissuliga mugu vit siga kongi frá øllum hesum!
v17
Teir spurdu nú Báruk: Sig okkum, hvussu tú hevur skrivað øll hesi orð.
v18
Báruk svaraði teimum: Jeremia fyrisegði mær munnliga øll hesi orð, og eg ritaði tey í bókina við blekki.
v19
Tá søgdu høvdingarnir við Báruk: Farið og krógvið tykkum, tú og Jeremia, so at eingin veit, hvar tit eru!
v20
Síðan beindu teir bókrulluna burtur í herbergi Elisjáma ríkisritarans og fóru til kong inn í skemmu hans og søgdu honum frá øllum.
Báruk lesur orð Jeremia fyri Jójakimi kongi, sum brennir bókabólkin
v21
Kongur sendi nú Jehudi eftir bókrulluni, og hann tók hana úr herbergi Elisjáma ríkisritarans; og Jehudi las hana upp fyri kongi og fyri øllum høvdingunum, ið stóðu har frammi fyri kongi.
v22
Men kongur sat tá í vetrarhúsinum (hetta var í níggjunda mánaðinum), og framman fyri hann brann eldur í glóðarkeri;
v23
og hvørja ferð Jehudi hevði lisið upp einar tríggjar, fýra teigar, skar kongur teir frá við pennaknívi ríkisritarans og tveitti teir í eldin, sum var í glóðarkerinum, til øll bókrullan var uppbrend av eldinum í glóðarkerinum.
v24
Men hvørki á kong ella á nakran av tænarum hans, ið hoyrdu øll hesi orð, kom nøkur ræðsla, ikki heldur skræddu teir klæði síni.
v25
Og tó at Elnatan og Delaja og Gemarja bønaðu kong um ikki at brenna bókrulluna, vildi hann ikki eftirlíka teimum.
v26
Síðan beyð kongur Jerameel kongssyni og Seraja Azrielssyni og Sjelemja Abdeelssyni at taka Báruk skrivara og Jeremia profet á hondum; men Harrin fjaldi teir.
Orð Jeremia verða ritað av nýggjum. Spádómur um Jójakim
v27
Men eftir at kongur hevði brent bókrulluna við øllum teimum orðum, ið Báruk hevði ritað av munni Jeremia, tá kom orð Harrans til Jeremia soljóðandi:
v28
Tak tær aðra bókrullu og rita á hana øll tey orðini, sum stóðu í hini fyrru bókrulluni, sum Jójakim Júdakongur brendi.
v29
Og um Jójakim Júdakong skalt tú siga: So sigur Harrin: Tú brendi bókrulluna við hesum orðum: Hví hevur tú ritað á hana: Bábelkongur man vissuliga koma til tess at týna hetta landið og avoyða bæði fólk og fenað úr tí?
v30
Tí sigur Harrin so um Jójakim Júdakong: Hann skal ongan hava eftir seg til at sita í hásæti Dávids, og ræ hans skal verða tveitt út í hita dagsins og kulda náttarinnar.
v31
Og eg skal heimsøkja hann og avkom hans og tænarar hans fyri misgerðir teirra og leiða yvir teir og Jerúsalembúgvar og Júdamenn alla ta ógævu, sum eg hótti teir við, uttan at teir vildu lýða.
v32
Síðan tók Jeremia aðra bókrullu og fekk Báruki Neriasyni skrivara hana; og hann ritaði á hana av munni Jeremia øll orðini í teirri bók, sum Jójakim Júdakongur hevði brent í eldinum, men mong onnur orð vóru løgd afturat, sum vóru lík hinum.
|