|
Jeremia, kapittul 45
Ugganarorð til Báruks
v1
Orðið, sum Jeremia profetur talaði til Báruks Neriasonar, tá ið hann skrivaði upp í bókina øll hesi orðini av munni Jeremia á fjórða ríkisári Jójakims Jósiasonar, Júdakongs, soljóðandi:
v2
So sigur Harrin, Guð Ísraels, um teg, Báruk:
v3
Av tí at Báruk sigur: Vei mær, tí at harm hevur Harrin lagt aftur at kvøl míni. Eg eri móður av at stynja, og hvíld finni eg onga!
v4
Tí skalt tú siga við hann: So sigur Harrin: Sí, tað, sum eg havi bygt, bróti eg niður, og tað, sum eg havi sett niður, slíti eg upp; soleiðis skal fara øllum á fold.
v5
Og tó tráar tú eftir miklum lutum, men tað skalt tú ikki; tí at eg leiði ógævu yvir hold, sigur Harrin; men tær gevi eg lív títt eins og herfong allar staðir, hvar tú so kemur.
|