|
Evangeliið eftir Markus, kapittul 12
Teir óndu víngarðsmenninir
v1
Og hann tók at tala til teirra í líknilsum: «Ein maður plantaði ein víngarð, og hann laðaði garð uttan um hann, og gróv eina vínpersu og bygdi eitt torn; og hann fekk víngarðsmonnum hann til leigu og fór út av landinum.
v2
Og tá ið tíðin kom, sendi hann ein húskall til víngarðsmenninar, til tess at hann kundi fáa nakað av fruktum víngarðsins frá víngarðsmonnunum.
v3
Og teir tóku hann og bardu hann og sendu hann burtur við tómum hondum.
v4
Og hann sendi aftur ein annan húskall út til teirra; og hann slógu teir í høvdið og hildu hann fyri háð.
v5
Og upp aftur ein annan sendi hann, og hann drópu teir; og mangar aðrar, summar bardu teir, og summar drópu teir.
v6
Enn átti hann ein einasta eftir, ein elskaðan son; hann sendi hann seinastan til teirra og segði: «Teir munnu fara at hava fyrilit fyri syni mínum.»
v7
Men hesir víngarðsmenninir søgdu hvør við annan: «Hatta er arvingin; kom, latum okkum drepa hann, so verður arvurin okkara.»
v8
Og teir tóku hann og drópu hann og kastaðu hann út um víngarðin.
v9
Hvat man nú víngarðsins harri gera? Hann skal koma og týna víngarðsmonnunum av lívi og geva øðrum víngarðin.
v10
Hava tit heldur ikki lisið hetta skriftorðið: «Steinurin, sum smiðirnir vrakaðu, hann er vorðin aðalhyrnissteinur.
v11
Av atvoldum Harrans er hetta hent, og undurfult er tað í eygum várum.» »
v12
Og teir ætlaðu at taka hann á hondum; men teir tordu ikki fyri mannamúgvuni, tí at teir skildu, at hann talaði hetta líknilsið um teir; og teir gingu frá honum og fóru avstað.
Skattapeningurin
v13
Og teir senda til hansara nakrar av Farisearunum og Heródesar monnum, at teir kundu seta hann fastan í orðum.
v14
Og teir koma og siga við hann: «Meistari, vit vita, at tú ert sannorðaður og ikki firnast fyri nøkrum; tí at tú gert ikki mannamun, men lærir Guðs veg í sannleika. Er tað loyviligt at gjalda keisaranum skatt ella ikki? Eiga vit at gjalda ella ikki at gjalda?»
v15
Men hann sá fals teirra og segði við teir: «Hví freista tit meg? Fáið mær ein denar, at eg kann hyggja at honum.»
v16
Og teir fingu honum hann. Og hann sigur við teir: «Hvørs mynd og yvirskrift er hetta?» Men teir søgdu við hann: «Keisarans.»
v17
Men Jesus segði við teir: «Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er.» Og teir undraðust á hann.
Saddukearar spyrja um uppreisn
v18
Og nakrir Saddukearar koma til hansara, teir, ið siga, at eingin uppreisn frá deyðum er til. Og teir spurdu hann og søgdu:
v19
«Meistari, Móses hevur skrivað okkum tað boðið, at um bróðir onkurs doyr og letur eftir seg konu og ikki letur eftir seg barn, tá skal bróðir hansara taka konuna og reisa upp bróður sínum avkom.
v20
Tað vóru sjey brøður; og hin fyrsti tók sær konu, og tá ið hann doyði, átti hann einki avkom eftir seg.
v21
Og annar bróðirin tók hana, og hann doyði og læt ikki avkom eftir seg; og hin triði líkaleiðis;
v22
og teir allir sjey; eingin av teimum hevði avkom eftir seg. Seinast av øllum doyði eisini konan.
v23
Í uppreisnini, tá ið tey rísa upp, hvørs kona skal hon tá vera av teimum? Tí at allir sjey hava havt hana til konu.»
v24
Jesus segði við teir: «Er tað ikki av teirri grund, at tit fara villir, at tit hvørki kenna skriftirnar ella Guðs mátt?
v25
Tí at tá ið tey rísa upp frá deyðum, hvørki gifta tey ella giftast, men tey eru eins og einglar í himlunum.
v26
Men viðvíkjandi teimum deyðu, at tey rísa upp, hava tit tá ikki lisið í Mósebókini í greinini um tornarunnin, hvussu Guð talaði til hansara og segði: «Eg eri Guð Ábrahams og Guð Ísaks og Guð Jákups.»
v27
Hann er ikki Guð teirra deyðu, men teirra livandi. Tit fara stórliga villir.»
Hitt fyrsta boðið í lógini
v28
Og har kom fram ein av hinum skriftlærdu, ið hevði lýtt á orðaskifti teirra og skildi, at hann hevði svarað teimum væl aftur, og hann spurdi hann: «Hvat er hitt fyrsta boðið av øllum?»
v29
Jesus svaraði: «Hitt fyrsta boðið er hetta: «Gev ljóð, Ísrael! Harrin, Guð vár, Harrin er ein.
v30
Og tú skalt elska Harran, Guð tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum og av øllum mátti tínum.»
v31
Annað er hetta: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.» Einki annað boð er størri enn hesi.»
v32
Og hin skriftlærdi segði við hann: «Av sonnum, meistari! Rætt hevur tú í hesum, at hann er ein, og eingin er annar enn hann.
v33
Og at elska hann av øllum hjarta og av øllum viti og av øllum mátti, og at elska næsta sín sum sjálvan seg, tað er nógv meiri enn øll brennioffur og sláturoffur.»
v34
Og tá ið Jesus sá, at hann svaraði vituga, segði hann við hann: «Tú ert ikki langt burtur frá Guðs ríki.» Og eingin tordi meira at seta honum spurningar.
Jesus spyr um Messias
v35
Og Jesus tók til orða og segði, meðan hann lærdi í halgidóminum: «Hvussu kunnu hinir skriftlærdu siga, at Kristus er sonur Dávids?
v36
Sjálvur Dávid segði av heilagum anda: «Harrin segði við Harra mín: Set teg við mína høgru lið, til eg leggi fíggindar tínar sum fótskammul fyri føtur tínar.»
v37
Sjálvur Dávid kallar hann harra; og hvussu kann hann tá vera sonur hansara?» Og hin mikla mannamúgvan lýddi fegin á hann.
Ávaring móti teim skriftlærdu
v38
Og í læru síni segði hann: «Varið tykkum fyri hinum skriftlærdu, sum fegnir vilja ganga í síðum klæðum og fáa heilsanir á torgunum,
v39
og fegnir vilja hava teir fremstu sessirnar í samkomuhúsum og tey ovastu sætini í veitslum;
v40
teir, sum oyðeta húsini hjá einkjum og á kvamsvís halda langar bønir. Teir skulu fáa tess strangari dóm.»
Hin fátæka einkjan
v41
Og hann settist niður beint yvir av tempulkistuni og hugdi at, hvussu mannfjøldin legði peningar í kistuna; og mong rík løgdu nógv.
v42
Og har kom ein fátæk einkja og legði tveir smápeningar, sum er eitt oyra.
v43
Og hann kallaði lærusveinar sínar til sín og segði við teir: «Sanniliga sigi eg tykkum, henda fátæka einkjan hevur lagt meira í enn øll hini, sum løgdu í kistuna;
v44
tí at tey løgdu øll av tí nógva, sum tey høvdu til avlops; men hon legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.»
|