Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Markus, kapittul 2
Jesus grøðir giktsjúkan
v1 Og tá ið hann nakrar dagar seinni aftur fór inn í Kapernaum, spurdist tað, at hann var heima. v2 Og mong komu saman, so at tey ikki rúmaðust longur, heldur ikki uttan fyri dyrnar, og hann talaði orðið til teirra. v3 Og teir koma til hansara berandi við einum giktsjúkum manni, sum varð borin av fýra; v4 og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður. v5 Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, sigur hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, syndir tínar eru fyrigivnar!» v6 Men nakrir av hinum skriftlærdu sótu har, og teir hugsaðu í hjørtum sínum: v7 «Hví talar hesin maðurin so? Hann spottar Guð! Hvør kann fyrigeva syndir, uttan ein, tað er Guð?» v8 Og í stundini kendi Jesus í anda sínum, at teir hugsaðu soleiðis við sær sjálvum, og sigur við teir: «Hví hugsa tit slíkt í hjørtum tykkara? v9 Hvat er lættari at siga við hin giktsjúka: «Syndir tínar eru fyrigivnar!» ella at siga: «Statt upp, tak song tína og gakk?» v10 Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørðini til at fyrigeva syndir» – sigur hann við hin giktsjúka: – v11 «Eg sigi tær: Statt upp, tak song tína og far heim til tín sjálvs!» v12 Og hann stóð upp og tók alt fyri eitt seingina og gekk út fyri alra manna eygum, so at øll vórðu frá sær sjálvum av bilsni og prísaðu Guði og søgdu: «Slíkt hava vit onga tíð sæð!»
Levi
v13 Og hann fór út aftur fram við vatninum, og øll mannamúgvan kom til hansara, og hann lærdi tey. v14 Og sum hann kom gangandi framvið, sá hann Levi, son Alfeusar, sitandi við tollbúðina, og hann sigur við hann: «Fylg mær!» Og hann reisti seg upp og fylgdi honum. v15 Og tað hendi, tá ið hann sat til borðs heima hjá honum, at eisini mangir tollarar og syndarar settu seg til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara; tí at teir vóru mangir, v16 og eisini nakrir skriftlærdir millum Farisearanna fylgdu honum. Og tá ið teir sóu, at hann át saman við tollarum og syndarum, søgdu teir við lærusveinar hansara: «Hvussu ber tað til, at hann etur og drekkur saman við tollarum og syndarum?» v17 Og tá ið Jesus hoyrdi hetta, sigur hann við teir: «Ikki tarvast teimum heilsusterku lækna, men teimum, ið ilt hava. Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.»
Um tað at fasta
v18 Bæði lærusveinar Jóhannesar og Fariseararnir hildu føstu; og teir koma og siga við hann: «Hví fasta lærusveinar Jóhannesar og lærusveinar Farisearanna, meðan tínir lærusveinar ikki fasta?» v19 Og Jesus segði við teir: «Munnu brúðmenninir kunna fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum. So leingi sum teir hava brúðgómin hjá sær, kunnu teir ikki fasta. v20 Men dagar skulu koma, tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, og tá skulu teir fasta á tí degi. v21 Eingin seymar eina bót av ótøvdum vaðmali á eini gomul klæði; annars skræðir henda nýggja bótin meir burtur av tí gamla, og holið verður verri. v22 Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir vínið fløskurnar, og vínið fer til spillis og fløskurnar við. Men nýtt vín í nýggjar leðurfløskur!»
Jesus og hvíludagurin
v23 Og tað bar so til, at hann um hvíludagin gekk tvørtur um ein akur, og á veginum fóru lærusveinar hansara at slíta øks. v24 Og Fariseararnir søgdu við hann: «Sí, hví gera teir um hvíludagin tað, sum ikki er loyviligt?» v25 Og hann segði við teir: «Hava tit onga tíð lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann var neyðstaddur og hungraði, bæði hann sjálvur og teir, sum við honum vóru? v26 hvussu hann fór inn í Guðs hús, meðan Abjatar var høvuðsprestur, og át sýnisbreyðini, sum tað ikki er nøkrum loyviligt at eta uttan prestunum, og gav eisini teimum, sum við honum vóru?» v27 Og hann segði við teir: «Hvíludagurin varð til fyri menniskjunnar skuld, og ikki menniskjan fyri hvíludagsins skuld. v28 Tí er menniskjusonurin eisini hvíludagsins harri.»