Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Markus, kapittul 5
Jesus hjá Gerasenum
v1 Og teir komu yvir um vatnið í bygdarlagið hjá Gerasenum. v2 Og líka skjótt sum hann var farin upp úr bátinum, kom ein maður við óreinum anda ímóti honum út úr gravhellunum. v3 Hann hevði tilhald sítt í gravhellunum, og eingin kundi longur fáa bundið hann, um tað so var við leinkjum; v4 tí at ofta hevði hann verið bundin við fótfjøtrum og leinkjum, og leinkjurnar hevði hann slitið av sær, og fótfjøtrini hevði hann brotið sundur, og eingin var mentur at temja hann. v5 Og í heilum nátt og dag var hann í gravhellunum og uppi í fjøllunum og rópaði og bardi seg sjálvan við gróti. v6 Og tá ið hann sá Jesus langt burtur, kom hann rennandi og kastaði seg niður fyri føturnar á honum v7 og rópaði háróp og segði: «Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, son Guðs hins hægsta? Eg svørji teg við Guð, at tú ikki mást pína meg!» v8 Tí at hann segði við hann: «Far út úr manninum, tú óreini andi!» v9 Og hann spurdi hann: «Hvat er navnið títt?» Og hann sigur við hann: «Legión er navnið mítt, tí at vit eru mangir.» v10 Og hann bað hann bønliga um, at hann ikki mátti senda teir burtur úr bygdini. v11 Men har var undir fjallinum eitt stórt svínafylgi, sum gekk á biti; v12 og teir bóðu hann og søgdu: «Send okkum í svínini, so at vit kunnu fara inn í tey.» v13 Og hann eftirlíkaði teimum. Og hinir óreinu andarnir fóru út og fóru í svínini; og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið, okkurt um tvey túsund í tali, og druknaði í vatninum. v14 Og hirðarnir, sum sótu hjá teimum, rýmdu og søgdu frá inni í staðinum og úti um á bygdum; og fólk fóru út at síggja, hvat tað var, sum hent var. v15 Og tey koma til Jesus og síggja mannin, sum hin illi andin hevði verið í, hann, sum hevði havt legiónina, sita ílatnan og við sínum fulla viti; og ótti kom á tey. v16 Og teir, ið sæð høvdu, greiddu teimum frá, hvussu til hevði gingist við manninum, sum hin illi andin var í, og um svínini. v17 Og tey fóru at biðja hann fara burtur frá teirra bygdarløgum. v18 Og í tí hann steig inn í bátin, bað maðurin, sum hin illi andin hevði verið í, hann um at sleppa at vera hjá honum. v19 Og hann loyvdi honum tað ikki, men sigur við hann: «Far tú heim til tín sjálvs og til húsfólk tíni og sig teimum, hvørjar stórar gerðir Harrin hevur gjørt ímóti tær, og hvussu hann hevur miskunnað tær.» v20 Og hann fór avstað og tók at kunngera í Dekapolis, hvørjar stórar gerðir Jesus hevði gjørt ímóti honum; og øll undraðust.
Dóttir Jairi og konan við blóðsótt
v21 Og tá ið Jesus var farin yvirum aftur á bátinum, kom stór mannfjøld saman um hann; og hann var við vatnið. v22 Og ein av forstøðumonnunum fyri samkomuhúsinum, Jairus nevndur, kemur; og tá ið hann sær hann, fellur hann honum til fóta, v23 og biður hann bønliga og sigur: «Lítla dóttir mín liggur og stríðist. Hevði tú viljað komið og lagt hendurnar á hana, at hon má sleppa undan og liva!» v24 Og hann fór við honum; og ein stór mannamúgva fylgdi honum, og tey troðkaðust um hann. v25 Og har var ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt; v26 og hon hevði útstaðið nógv av nógvum læknum og hevði latið út alt tað, sum hon átti; og onga hjálp hevði hon fingið, men var heldur versnað. v27 Av tí at hon hevði hoyrt tíðindini um Jesus, kom hon nú í mannatrongdini aftan ífrá og nam við klæði hansara. v28 Tí at hon segði: «Um eg fái nomið, er tað so bert við klæði hansara, verði eg frísk.» v29 Og í somu stund tornaði blóðkelda hennara, og hon kendi á kroppi sínum, at hon var grødd av meini sínum. v30 Og alt fyri eitt, tá ið Jesus kendi við sær sjálvum, at ein kraft var gingin út frá honum, vendi hann sær við í mannamúgvuni og segði: «Hvør nam við klæði míni?» v31 Og lærusveinar hansara søgdu við hann: «Tú sært, at mannamúgvan troðkast uttan um teg, og tú sigur: «Hvør nam við meg?» » v32 Og hann hugdi rundan um seg fyri at fáa eyga á hana, sum gjørt hevði hetta. v33 Men konan kom óttafull og piprandi, av tí at hon visti, hvat ið henni var hent, og kastaði seg niður fyri føturnar á honum, og segði honum allan sannleikan. v34 Men hann segði við hana: «Dóttir, trúgv tín hevur frelst teg! Far tú heim í friði, og ver frísk av meini tínum!» v35 Meðan hann enn talaði, koma nøkur frá forstøðumanninum og siga: «Dóttir tín er sloknað. Hví ómakar tú meistaran longur?» v36 Men Jesus tók ikki eftir teimum orðunum, ið talað vórðu, og sigur við forstøðumannin: «Óttast ikki! Trúgv eina!» v37 Og hann gav ongum loyvi at fylgjast við sær uttan Pæturi og Jákupi og Jóhannesi, bróður Jákups. v38 Og teir koma at húsum hjá forstøðumanninum, og hann sær har slíkan gang av fólki, ið grótu og góvu seg illa; v39 og hann fer inn og sigur við tey: «Hví leika tit so í og gráta? Barnið er ikki deytt, men tað svevur.» v40 Og tey læðu at honum. Men hann koyrdi tey øll út, og hann tekur faðirin at barninum og móðurina og teir, sum við honum vóru, við sær og fer innar, har sum barnið lá. v41 Og hann tekur í hondina á barninum og sigur við hana: «Talita kumi!» tað er týtt: «Lítla genta, eg sigi tær: reis teg upp!» v42 Og við tað sama reisti gentan seg upp og gekk umkring; tí at hon var tólv ára gomul. Og í stundini vórðu tey frá sær sjálvum av ógvuligum bilsni. v43 Og hann legði teimum, ríkan við, at eingin mátti fáa hetta at vita, og segði, at tey skuldu geva henni at eta.