Aftur til forsíðuna
Evangeliið eftir Markus, kapittul 13
Jesus boðar oyðilegging av Jerúsalem og afturkomu sína
v1 Og í tí hann gekk út úr halgidóminum, sigur ein av lærusveinum hansara við hann: «Meistari! Sí, slíkir steinar og slíkir bygningar!» v2 Og Jesus segði við hann: «Sært tú hesar stóru bygningarnar? Ikki skal steinur liggja eftir á steini, sum ikki skal verða rivin niður.» v3 Og tá ið hann var setstur uppi á Oljufjallinum beint yvir av halgidóminum, spurdu Pætur og Jákup og Jóhannes og Andrias hann einsæris og søgdu: v4 «Sig okkum, nær fer hetta at henda, og hvat er tekinið, tá ið alt hetta fer at koma?» v5 Men Jesus tók at siga við teir: «Varið tykkum, at eingin villleiðir tykkum. v6 Mangir skulu koma í navni mínum og siga: «Tað eri eg;» og teir skulu villleiða mong. v7 Men tá ið tit hoyra um bardagar og frætta tíðindi um bardagar, tá óttist ikki; hetta má henda, men ikki er endin enn. v8 Tí at fólkaflokkur skal reisast móti fólkaflokki, og ríki móti ríki; landskjálvti skal verða á ymsum støðum; hungur skal verða og ófriður. Hetta eru teir fyrstu verkirnir. v9 Men hyggið um tykkum sjálvar; tí at tey skulu føra tykkum fyri dómstólarnar, og í samkomuhúsunum skulu tit verða bardir, og inn fyri høvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mína skuld til vitnisburðar fyri teimum. v10 Og fyrst eigur gleðiboðskapurin at verða prædikaður fyri øllum fólkasløgum. v11 Og tá ið tey føra tykkum fram og geva tykkum upp, tá skulu tit ikki frammanundan verða stúrnir fyri, hvat tit skulu tala; men tað, sum tykkum verður givið á teirri somu stund, tað skulu tit tala; tí at tað eru ikki tit, ið tala, men heilagi andin. v12 Og bróðir skal veita bróður bana og faðir barni, og børn skulu stíga upp móti foreldrum sínum og taka tey av døgum. v13 Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns sakir; men tann, ið heldur út til enda, hann skal verða frelstur. v14 Men tá ið tit síggja andstygd oyðingarinnar standa har, sum hon ikki átti at staðið – tann, ið hetta lesur, hann gevi tí gætur – tá rými tey, sum eru í Júdeu, til fjals. v15 Men tann, ið er staddur uppi á tekjuni, hann fari ikki niður aftur ella fari inn eftir nøkrum í húsi sínum. v16 Og tann, ið er staddur úti á markini, hann vendi ikki heim aftur eftir klæðum sínum. v17 Men tær neyðarkonur, sum í teimum døgum hava barn undir belti og á brósti! v18 Men biðið um, at tað ikki má verða um vetrartíð. v19 Tí at teir dagar skal verða ein slík trongd, at tílík hevur eingin verið frá upphavi skapningsins, sum Guð skapaði, og til nú og ikki heldur skal koma. v20 Og um Harrin ikki hevði stytt um hesar dagar, tá varð ikki maður frelstur; men vegna teirra útvaldu, sum hann hevur valt út, hevur hann stytt um dagarnar. v21 Og um onkur tá sigur við tykkum: «Sí, har er Kristus!» ella: «Sí, her er hann!» tá trúgvið tí ikki. v22 Tí at svikakristusar og svikaprofetar skulu koma upp og gera tekin og undurgerðir fyri ta søk at villleiða hini útvaldu, um tað var gjørligt. v23 Men hyggið tit um tykkum sjálvar! Sí, eg havi sagt tykkum alt frammanundan. v24 Men á teimum døgum, aftan á hesa trongd, skal sólin myrkna og mánin ikki geva skin sítt, v25 og stjørnurnar skulu falla niður av himli, og skakast skulu himmalsins kreftur. v26 Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í skýggjum við dýrd og miklum mátti. v27 Og tá skal hann senda út einglarnar og savna saman hini útvaldu síni úr teimum fýra ættunum, frá endamarki jarðar at endamarki himins. v28 Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar, og leyvið fer at spretta, tá skilja tit, at summarið er í nánd. v29 Soleiðis skulu tit eisini skilja, at tá ið tit síggja hetta henda, tá er hann í nánd, fyri durunum. v30 Sanniliga sigi eg tykkum: Henda slektin skal als ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hendir. v31 Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. v32 Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki einglarnir í himli, heldur ikki sonurin, men eina faðirin.
Vakið og biðið
v33 Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin. v34 Líkasum ein maður, ið fór út av landinum, er farin frá húsi sínum og hevur givið húskøllum sínum umsitingina, hvørjum sítt verk, og hevur boðið duravaktaranum at vaka, v35 soleiðis skulu tit við vaka; tí at tit vita ikki, nær húsbóndin kemur, við sólsetur ella um midnátt, í sólarrenning ella á morgni, v36 at hann ikki má hitta tykkum sovandi, um hann skuldi komið dáttliga. v37 Men tað sum eg sigi við tykkum, tað sigi eg við øll: vakið!»