Aftur til forsíðuna
Brævið til Hebreara, kapittul 10
Ofrini ófullkomin
v1 Tí at tá ið lógin hevur bert ein skugga av hinum komandi góðu lutunum, men ikki sjálvt líkið á lutunum, kann hon aldri við somu ofrunum hvørt ár, sum teir í heilum bera fram, gera teir fullkomnar, sum koma fram við teimum. v2 Mundu teir ikki annars hava hildið uppat at bera tey fram, av tí at samvitskan hjá hinum ofrandi ikki longur var sær vitandi um syndir, tá ið teir eina ferð vóru reinsaðir? v3 Men við ofrunum verður árliga árs mint á syndirnar. v4 Tí at tað er ómøguligt, at blóð av tarvum og bukkum kann taka burtur syndir.
Við Kristi fullkomið offur og nýggjur sáttmáli
v5 Tí er tað, at hann, tá ið hann kemur í heimin, sigur: «Sláturoffur og gávu vildi tú ikki hava; men eitt likam hevur tú búgvið til mín; v6 brennioffur og syndaoffur hugnaðu tær ikki. v7 Tá segði eg: «Sí, eg eri komin – í bókarulluni er skrivað um meg – til at gera vilja tín, Guð».» v8 Meðan hann fyrst sigur: «Sláturoffur og gávu og brennioffur og syndaoffur vildi tú ikki hava, og tey hugnaðu tær ikki,» – og tey verða tó framborin samsvarandi lógini, – v9 hevur hann tínæst sagt: «Sí, eg eri komin til at gera vilja tín.» Hann tekur hitt fyrra av, fyri at staðfesta hitt seinna. v10 Og í hesum vilja eru vit halgaðir við ofring av likami Jesu Krists eina ferð fyri allar. v11 Og ein og hvør prestur stendur dags dagliga og ger tænastu og ber fram fleiri ferðir hini somu ofrini, sum tó aldri kunnu taka burtur syndir; v12 men hesin hevur borið fram eittans offur fyri syndir, og er so setstur með alla við høgru hond Guðs, v13 og bíðar síðan bert eftir, at fíggindar hansara skulu verða lagdir sum skammul fyri føtur hansara. v14 Tí at við eittans ofri hevur hann með alla gjørt teir fullkomnar, sum verða halgaðir. v15 Men eisini heilagur andi vitnar fyri okkum; tí at aftan á at hann hevur sagt: v16 «Hetta er sáttmálin, sum eg skal gera við teir eftir teir dagarnar,» sigur Harrin: «Lógir mínar skal eg geva í hjørtu teirra, og í huga teirra skal eg skriva tær; v17 og syndir teirra og misgerðir teirra skal eg ikki longur minnast til.» v18 Men har sum er fyrigeving fyri tær, har tørvar ikki longur offur fyri synd.
Áminning um at halda fast við játtingina
v19 Tá ið vit nú, brøður, í Jesu blóði hava treyst at ganga inn í halgidómin, v20 hagar hann vígdi okkum atgongd, nýggjan og livandi veg inn ígjøgnum forhangið, tað er hold hansara, v21 og tá ið vit hava stóran prest yvir húsi Guðs, v22 tá latum okkum ganga fram fyri Guð við sonnum hjarta, við fullari trúarvissu, tá ið vit hava fingið hjørtu okkara reinsað frá ringari samvitsku, og hava fingið likamið tváað við reinum vatni; v23 latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; v24 og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar, v25 og ikki skilja okkum frá okkara egnu samkoming, soleiðis sum siður er hjá summum, men áminna hvør annan; og hetta so mikið meira, sum tit síggja, at dagurin nærkast.
Ávaring móti fráfalli
v26 Tí at synda vit við vilja, eftir tað at vit hava fingið kunnleika um sannleikan, er ikki longur nakað offur fyri syndir eftir, v27 men ein ræðulig bíðan eftir dómi og ein grimur eldur, sum skal oyða teir, sum standa ímót. v28 Tá ið einhvør hevur brotið Móselóg, tá má hann doyggja miskunnarleysur eftir orði av tveimum ella trimum vitnum, v29 hvør mikið verri revsing ætla tit tá ikki, at tann skal verða hildin verdur at fáa, sum hevur traðkað son Guðs undir fótum og hevur hildið blóð sáttmálans, sum hann varð halgaður í, fyri óreint, og hevur vanvirt anda náðinnar? v30 Tí at vit kenna tann, sum hevur sagt: «Mær hoyrir hevndin til, eg skal endurgjalda.» Og uppaftur: «Harrin skal døma fólk sítt.» v31 Tað er ræðuligt at falla í hendur hins livandi Guðs.
Áminning um at bera líðing við frímóði; Harrin kemur
v32 Men minnist hinar fyrru dagarnar, tá ið tit, eftir at tit vóru vorðnir upplýstir, toldu nógv stríð í líðingum, v33 við tað at tit fyri ein part sjálvir vórðu ein skurssjón við háðum og trongdum, fyri ein part tóku lut í viðurskiftum teirra, sum vórðu soleiðis stødd. v34 Tí at bæði høvdu tit samkenslu við fangunum og tóku tit tað við gleði, at ognir tykkara vórðu rændar frá tykkum, við tað at tit vistu, at tit sjálvir áttu eina betri og varandi ogn. v35 Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn! v36 Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guðs vilja, kunnu ognast fyrijáttanina. v37 Tí at «enn er bert ein evurslítil stund, tá kemur tann, sum eigur at koma, og hann skal ikki dvølja. v38 Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv;» og «berst hann undan, tá hevur sál mín ikki tokka í honum.» v39 Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.