|
Brævið til Hebreara, kapittul 3
Kristus størri enn Móses
v1
Tess vegna, heilagu brøður, luttiknir í himmalskari kallan! gevið far um útsendingin og høvuðsprestin, sum vit kennast við, Jesus,
v2
hann sum var trúgvur móti tí, sum gjørdi hann til tað, líkasum eisini Móses var tað í øllum húsi hansara.
v3
Tí at hesin er hildin verdur til størri dýrd enn Móses í sama muni sum tann, ið húsið gjørdi, hevur størri dýrd enn húsið sjálvt.
v4
Tí at eitt og hvørt hús verður gjørt av einumhvørjum, men Guð er tann, sum alt hevur gjørt.
v5
Og Móses var væl trúgvur í øllum húsi hansara, eins og tænari, til vitnisburðar um tað, sum skuldi verða talað;
v6
men Kristus er tað eins og sonur yvir húsi hansara; og hús hansara eru vit, so framt vit fasthalda frímóðinum og vónini, sum vit rósa okkum av, óvikaðum líka til endans.
Ávaring móti forherðing – eins og Ísrael í oyðimørkini
v7
Tí er tað eins og heilagi andin sigur: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara,
v8
tá forherðið ikki hjørtu tykkara, eins og í beiskleikanum freistingardagin í oyðimørkini;
v9
har sum fedrar tykkara freistaðu meg og vildu royna meg, og tó sóu teir gerningar mínar í fjøruti ár.
v10
Fyri tað varð eg hesi ætt grammur og segði: «Í heilum teir villast í hjørtum sínum.» Men teir kendu ikki vegir mínar,
v11
so at eg svór í vreiði míni: «Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.»»
v12
Gevið gætur eftir, brøður, at tað ikki í nøkrum tykkara skal vera eitt vánt vantrúarhjarta, so at hann fellur frá livandi Guði!
v13
Men áminnið hvør annan hvønn ein dag, meðan tað enn eitur «í dag», fyri at eingin tykkara skal verða forherðaður av sviki syndarinnar!
v14
Tí at vit eru vorðnir luttiknir í Kristi, so framt sum vit fasthalda óvikaðum líka til endans treysti okkara, soleiðis sum tað var í fyrstuni.
v15
Tá ið sagt verður: «Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara eins og í beiskleikanum» –
v16
hvørjir vóru tá teir, sum hoyrdu og tó voldu beiskleika? Vóru tað ikki allir teir, sum gingu út úr Egyptalandi við Mósesi?
v17
Men hvørjum varð hann grammur í fjøruti ár? Var tað ikki teimum, sum høvdu syndað, og sum ræini av fullu niður í oyðimørkini?
v18
Og hvørjum svór hann, at ikki skuldu teir ganga inn til hvíld hansara, uttan hinum vantrúgvandi?
v19
Og vit síggja, at teir kundu ikki ganga inn fyri vantrúar skuld.
|