Aftur til forsíðuna
Brævið til Hebreara, kapittul 5
Høvuðsprestar á Árons vísi
v1 Tí at ein og hvør høvuðsprestur verður tikin úr mannaflokki og verður innsettur fyri menniskjur til tænastu fyri Guð, til tess at bera fram gávur og sláturoffur fyri syndir, v2 sum ein tílíkur, ið kann umbera hini fákunnu og villfarandi, við tað at hann sjálvur er fyri veikleika, v3 og av teirri grund eigur hann at bera fram syndaoffur, eins og fyri fólkið, soleiðis eisini fyri seg sjálvan. v4 Og eingin tekur sær sjálvum hesa æru, men hann verður kallaður av Guði, eins og eisini Áron varð tað.
Kristus høvuðsprestur á Melkisedeks vísi
v5 Soleiðis hevur ikki heldur Kristus tikið sær sjálvum ta dýrd at gerast høvuðsprestur, men tann, sum segði við hann: «Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg.» v6 Líkasum hann eisini sigur á einum øðrum staði: «Tú ert prestur allar ævir á Melkisedeks vísi.» v7 Og hann hevur á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram bønir og eyðmjúkar ákallanir til hansara, sum var mentur at frelsa hann frá deyða, og varð bønhoyrdur fyri angist sína, v8 og soleiðis lærdi hann, tó at hann var sonur, lýdni av tí, sum hann leið; v9 og tá ið hann varð vorðin fullkomin, gjørdist hann hjá øllum teimum, sum lýða honum, upphav til æviga frelsu, v10 við tað at hann av Guði varð kallaður høvuðsprestur á Melkisedeks vísi.
Klaga um trúgv lesaranna
v11 Um hetta hava vit mikið at siga, og tað er torført at týða, av tí at tit eru vorðnir trekir at hoyra. v12 Tí tó at tit eftir tíðini áttu at verið lærarar, tá hava tit aftur fyri neyðini, at einhvør skal læra tykkum byrjanargrundirnar í Guðs orðum; og tað er soleiðis vorðið við tykkum, at tykkum er tørvur á mjólk og ikki á fastari føði. v13 Tí at ein og hvør, sum fær mjólk, er óroyndur í rættlætis orði, tí at hann er barn. v14 Men hin fasta føðin er fyri vaksin, fyri tey, sum við temjing hava vant sansarnar til at skilja gott frá illum.