Aftur til forsíðuna
Seinna bræv Paulusar ápostuls til Korintmanna, kapittul 1
Heilsan
v1 Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja, og Timoteus bróðirin, heilsa Guðs kirkjuliði, sum er í Korint, saman við øllum hinum heilagu, sum eru í allari Akkeu. v2 Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
Tøkk til Guðs fyri troyst í neyð og bjarging úr deyðavanda
v3 Lovaður veri Guð og faðir várs harra Jesu Krists, faðir miskunnar og Guð allar troystar, v4 sum troystar okkum í eini og hvørji trongd okkara, so at vit kunnu troysta tey, sum eru í alskyns trongdum við teirri troyst, sum vit sjálvir verða troystaðir við av Guði. v5 Tí at líkasum líðingar Krists koma ríkliga yvir okkum, soleiðis kemur eisini troyst okkara ríkliga við Kristi. v6 Og annaðhvørt vit líða trongdir, tá er tað tykkum til troystar og frelsu, ella vit verða troystaðir, tá er tað tykkum til ta troyst, sum vísir kraft sína í tolmóði í teimum somu líðingum, sum vit eisini líða. v7 Og vón okkara um tykkum er føst, við tað at vit vita, at eins og tit eru felagar í líðingunum, soleiðis eru tit tað eisini í troystini. v8 Tí at vit vilja ikki, brøður, at tit ikki skulu vita um ta trongd, sum okkum var fyri í Ásiu, at vit vórðu ógvuliga hart niðurtyngdir, meira enn vit vóru mentir, so at vit eisini ivaðust um lívið. v9 Ja, sjálvir høvdu vit avsagt deyðadómin fyri okkum sjálvum, fyri at vit ikki skuldu líta á okkum sjálvar, men á Guð, sum reisir upp hini deyðu, v10 hann, sum bjargaði okkum og bjargar okkum úr slíkum deyða, og sum vit seta ta vón til, at hann eisini enn vil bjarga okkum, v11 við tað at tit eisini koma okkum til hjálpar við bønini fyri okkum, fyri at tað av mongum munnum má verða framborin tøkk okkara vegna fyri ta náðigávu, sum okkum er veitt við forbøn av mongum.
Orsøkin til broytingina í ferðaætlan Paulusar
v12 Tí at hetta er rós okkara, vitnisburðurin í samvitsku okkara, at í heilagleika og reinleika Guðs, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guðs hava vit ferðast um í heiminum, og serstakliga hjá tykkum. v13 Tí at vit skriva einki annað til tykkara enn tað, sum tit annaðhvørt lesa ella hava fingið at sanna. Og eg vóni, at tit til fulnar skulu sanna tað, v14 líkasum tit eisini fyri ein part hava sannað um okkum, at vit eru rós tykkara, eins og tit eru okkara, á degi Jesu, harra várs. v15 Og í hesum treysti var tað ætlan mín at koma fyrst til tykkara, fyri at tit skuldu fáa náði tvær reisur, v16 og at fara um hjá tykkum til Makedóniu, og so frá Makedóniu koma aftur til tykkara, og av tykkum verða fylgdur á veg til Júdeu. v17 Tá ið nú hetta var ætlan mín, man eg tá hava verið ein vingliskøltur? Ella tey ráð, sum eg taki fyri, taki eg tey fyri eftir holdinum, fyri at tað hjá mær skulu vera bæði ja, ja, og nei, nei? v18 So satt sum Guð er trúfastur, so er tala okkara til tykkara ikki bæði ja og nei. v19 Tí at sonur Guðs, Kristus Jesus, sum tykkara millum er prædikaður av okkum, av mær og Silvanusi og Timoteusi, var ikki bæði ja og nei, men ja er tað vorðið í honum. v20 Tí at so mangar sum Guðs fyrijáttanir eru, í honum hava tær ja sítt, og fáa tí eisini við honum amen sítt, Guði til æru við okkum. v21 Men tann, sum heldur okkum tillíka við tykkum fast við Krist og salvaði okkum, er Guð, v22 hann sum eisini hevur innsiglað okkum og givið okkum pant andans í hjørtu okkara. v23 Men eg kalli Guð til vitni móti sál míni, at tað var fyri at eira tykkum, at eg ikki enn eri komin til Korint. v24 Ikki so, sum at vit eru harrar yvir trúgv tykkara, men vit eru starvsfelagar at gleði tykkara, tí at í trúnni standa tit.